Í dag, 10. desember, er altjóða mannarættindadagur. Í tí sambandi minnir ein herferð, ið nevnist Drowned Requiem okkum á tey fólk, sum enn drukna á teirra ferð sum flóttar til Evropa – samstundis sum mannarættindi drukna saman við teimum.
Tað er danski tónleikalistabólkurin Between Music, ið hevur druknað evropeiska tjóðsangin – Ode to Joy, ið byggir á síðsta sats í níggjundu symfoni hjá Beethoven – niður á havsins botn í Miðjarahavinum. Ein video lýsir átakið, ið saman við eini undirskriftainnsavning til forkvinnuna í ES-kommissjónini, Ursula von der Leyen, um at gera okkurt við sorgarleikin í Miðjarahavinum og stuðla einari felags sjóbjarging, har øll ES-londini eru við.
Samstundis samlar átakið pening inn til eitt nýtt bjargingarskip “SEA-EYE 4”. Hetta átak hevur skapt yvirskriftir í fleiri altjóða miðlum og videobrotið av orkestrinum, ið spælir undir vatni, verður nógv deilt á sosialu miðlunum.
Fleiri túsund eru druknaði
Tað eru enn fólk, ið drukna meðan tey royna at flýggja yvir Miðjarahavið. Síðani 2014 eru meira enn 20.000 flóttar druknaði. Hetta hendir, meðan sivil bjarging og fimm bjargingarskip verða afturhildin at bjarga mannalívi, hóast bjarging á sjógvi er ein ríkisuppgáva, og øll ES-limalond hava bundið seg til at virða mannarættindini, sum sigur, at øll fólk hava rætt til lív, frælsi og persónliga trygd uttan mun til tjóð, kyn og átrúnað.
- Vit ynskja ikki longur bara at hyggja at og lata síggja til, meðan Miðjarahavið í løtuni er við at blíva ein hópgrøv. Fyri hvørt deytt fólk í Miðjarðarhavinum, fara okkara evropeisku virðir sama veg. Tí ynskja vit at gera alt fyri at forða fyri, at hetta framhaldandi kann halda fram við at senda eitt bjargingarskip at hjálpa neyðstøddu fólkini, sigur Sandra Bils, ið er stovnari av United4Rescue.
Tónleikur undir vatni – eitt nýtt listaligt snið
Bólkurin Between Music er kendur fyri teirra konsertir undir vatni – ella Aquasonic, ið tey nevna tað, ið er listalig kanning yvir 14 ár, har tey hava roynt at funnið fram til teirra rætta ljóð. Hetta er blivið til eina tónleikaframførslu við fimm tónleikarum, sum spæla á ljóðføri undir vatni í tangum. Men til hetta átakið er fyrstu ferð, at bólkurin spældi á havsins botni, uttanfyri teirra tangum.
- Vatn gevur lív og bindur okkum tvørtum um landamørk. Men tað tekur eisini lív og skilir okkum. Tá fólk flýggja frá óliviligum korum, verður Miðjarahavið ein beinleiðis ímynd av hesum. Mannarættindi er nakað av tí vakrasta, vit menniskju eru blivin samd um og burdi verið nakað, ið samlaði okkum. Men tíverri verða hesi rættindi gloymd, og vit lata menniskju drukna í Miðjarahavinum, siga limirnir í Between Music í einum tíðindaskrivi.
Til ber at lesa meira um átakið hjá Between Music og United 4 Rescue her.
Um tú ynskir at hoyra lagið "Drowned Requiem", so kanst tú hoyra tað her.
Her er ein framførsla hjá Between Music:
Kelda: Between Music