Ester Skála gevur út nýtt staklag
Hetta er triðja staklagið hjá ungu songkvinnuni - tey bæði undanfarnu vóru sannir oyrahangarar
Fríðmundur Nattestad
17. mai 2024 kl. 13:33
Løgini Unicorn og Spotlight hjá Ester Skála hava verið nógv at hoyrt í útvarpinum seinastu árini. Unga songkvinnan hevur í dag givið út sítt triðja staklag, sum kallast Mellow Cat.
Ester Skála tók lut í sangkappingini Sement, sum var í farna mánað, har hon kom í finaluna. Tá framførdi hon millum annað nýggja lagið, sum hon hevur givið út í dag.
- Lagið snýr seg um eina gentu, ið rýmur. Hon pakkar síni ting saman í ein mini-ryggsekk, og rýmur burt frá sínum umstøðum, og út í tí ta víðu verð, har hon upplivir mangt undarligt, skrivar Plátufelagið Tutl, ið gevur lagið út.