Ester Skála gav fyri kortum út nýtt staklag, ið kallast Mellow Cat. Undanfarnu støkløgini hjá ungu songkvinnuni, Unicorn og Spotligt, hava verið nógv at hoyrt í útvarpinum seinastu árini.
Nú verður gjørligt at uppliva løgini á palli, tí í dag kunnger Voxbotn, at Ester Skála spælir á festivalinum í summar.
Fyriskipararnir skriva soleiðis í tíðindaskrivi:
Hendan kvinnan er ein ógvuliga spennandi tónleikari, ið væntandi er framtíðin innan elektroniskan popp í Føroyum.
Hon hevur á síni tónleikaleið, skapað sær eitt univers fult av litum og nærum gandakendum úttrykki. Hon hevur eina ljósa rødd og skapar fangandi løg, ið á ein serligan hátt ljóða international. Hon hevur útgivið tvey løg, ið bæði hava verið nógv at hoyrt. Fyrsta lag hennara Unicorn vann áhoyraravirðislønina á FMA 2022 og næsta lag hennara Spotlight var við í tilnevningunum á FMA 2023, so sigast má, at hetta er ein dugnaligur tónleikari, ið megnar at fanga fólki.
Ester er í gongd við at geva út eina EP, har løgini fara at líkjast stílinum á fyrstu stakløgum hennara. Hetta verður uttan iva spennandi, og eru vit tí sera errin av, at Ester kemur at framføra á Oy Voxbotn 2024, soleiðis at vit kunnu vera millum tey fyrstu at hoyra hesa fantastisku songkvinnu.
Vit vænta eina rúnarbundna áhoyrarafjøld tá Ester fer á pall, og gleða okkum til hesa løtuna 29.juni.