Esmar skoraði ársins mál

Málið varð skorað í 20. umfari, tá B68 vann 1-0 á útivølli móti 07 Vestur. Tá talt var saman, hevði Esmar Clementsen fingið ein triðing av atkvøðunum

Hans Erik Danielsen/FSF
19. desember 2023 kl. 17:48

– Eg hevði viljað sagt, at hatta var eitt trenað hornaspark. Men heldur var tað eitt miseydnað innlegg frá Alex Mellemgaard – ella tað giti eg – og so royndi eg at stýra bóltinum við hælinum móti málinum. At tað riggaði so væl, var nokk meir held enn forstand, men man tekur tað sum man fær.

Tað sigur Esmar Clementsen úr B68 millum annað í samrøðu við Televarpið, tá toftamaðurin skal seta orð, hvussu hann upplivdi málið, ið er valt til ársins mál 2023 í Betri Deildini hjá monnum.

Ársins mál er funnið í samstarvið við Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni. Fimm mál vóru at velja ímillum, og tá talt var saman, hevði málið hjá Esmari Clementsen fingið ein triðing av atkvøðunum. Umframt heiðurin og eina minnisplátu, fekk Esmar eisini handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Tilsamans 425 mál vórðu skorað í Betri Deildini hjá monnum farna kappingarár. Toppskjútti gjørdist Sølvi Vatnhamar úr Víkingi – ið eisini varð kosin til ársins spælara – við 21 málum. Til stuttleika kann nevnast, at Esmar Clementsen gjørdi eitt mál í 2023.