Hesi fimm málini skulu okkara komandi kommunupolitikarar arbeiða við - fyrst og fremst

Kommunuval verður um ein góðan mánað og her eru fimm uppskot um, hvat tey, sum verða vald, serliga eiga at leggja dent á

Áki Bertholdsen
7. oktober 2024 kl. 12:20

Kommunuval verður um ein góðan mánað, ella tann 12. novembur. Tá skulu býráðini og bygdaráðini í teimum 29 kommununum kring landið mannast av nýggjum og hest hava tey, sum stilla upp, gjørt sær nakrar tankar um, hvat tey skulu gera, verða tey vald.
Tað hava arbeiðsgevararnir eisini - og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað eru serliga fimm øki, sum eiga at fáa rúmd í kommunuvalstríðnum.

Lægri kommunuskattur

Vilt tú gera tað lokkandi hjá fólki at búgva og virka í Føroyum og at velja júst tína kommunu, er eitt avgerandi stig at lækka kommunuskattin.  Fleiri kommunur eiga tí at taka stig til at lætta um kommunuskattin.

Færri og størri kommunur

Í fjórðu hvørjari kommunu búgva 155 fólk ella færri. Tað er neyðugt at leggja kommunur, fólkaskúlar og almennar stovnar, saman í størri eindir, soleiðis at vit fáa gagnnýtt starvsfólkini rætt.

Ikki minst hevur tað týdning í eini tíð, har stórt trot er á starvsfólkum, bæði hjá tí almenna og tí privata.

Fleiri útstykkingar

Ein fortreyt fyri, at vinnulívið kann mennast, er, at hóskandi vinnulig grundstykkir eru til taks

Tí er tað avgerandi, at føroysku kommunurnar hava vinnustykki klár til vinnuna, bæði til leigu og til ognar.

Harumframt er tað eisini sera týdningarmikið, at kommunur stykkja nóg mikið út til bústaðir. Atgongdin til bústaðir er ein fortreyt, skal vinnan og tað almenna fáa nóg mikið av skikkaðum starvsfólkum.

Minni kommunalt vinnuvirksemi

Tað er eingin orsøk, at kommunur átaka sær uppgávur, sum privata vinnan bæði kann og eigur at røkja. Latið tí privata fyritøkur gera tað, sum tær duga best, eitt nú sláa gras, rudda kava, reka kantinur ella knúsa grót.

Góða barnaansing og eldrarøkt

Røddir um eina nýggja fólkafráflyting eru ræðandi. Skulu Føroyar vera lokkandi fyri ung fólk at seta búgv, er týdningarmikið, at hava eina góða barnaansing

Starvsfólk, sum fara í barsil, mugu hava trygd fyri, at barnaansingim er góð, tá ið barnsburðarfarloyvið er av.

Somuleiðis mugu tey kunna fara til arbeiðis hvønn dag, og vita, at barnaansingin, sum skal taka ímóti børnum, eru støðug og dygdargóð.

Tað sama er galdandi fyri eldrarøktina, sigur Arbeiðsgevarafelagið.