ES vónar at bretar verða verandi

Brexit hevur ongar vinnarar, segði forsetin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, mikudagin, skrivar Berlingske...

Alda Nielsdóttir
17. januar 2018 kl. 13:28

Brexit hevur ongar vinnarar, segði forsetin í ES-nevndini, Jean-Claude Juncker, mikudagin, skrivar Berlingske.

ES sigur, at hóast bretar siga seg vilja fara úr ES, kunnu tey verða verandi, um tey ynskja tað. Um so er, at bretar velja at fara úr felagsskapinum, men at tey seinni ynskja at sleppa uppí aftur, eru tey eisini vælkomin at søkja um tað.

Eg haldi enn, at brexit er ein vanlukka, sigur Juncker. Tað er ein missur, hvørs avleiðingar vit øll mugu liva við.

Bretski forsetisráðharrin, Theresa May, hevur sagt, at bretar hóast meira enn 40 ár í ES ongantíð hava følt seg rættiliga heima í felagsskapinum.

Orsøkin til tað eru fleiri, sigur Juncker. Vit hava ikki blakað bretar úr, og um tey ynskja tað, skulu tey sleppa at verða verandi.