ES sendifólk á vitjan hjá Tórshavnar kommunu

Clara Ganslandt er serligt sendifólk fyri arktisk mál hjá ES

Jóan Petur Hentze, Clara Ganslandt og Heðin Mortensen (Mynd: Tórshavnar kommuna)
Tíðindaskriv - Tórshavnar kommuna
19. mars 2024 kl. 15:00

Seinnapartin í gjár var Clara Ganslandt, serligt sendifólk fyri arktisk mál hjá ES, á vitjan hjá Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, greiddu henni frá um Tórshavnar kommunu.

Millum annað greiddu teir frá, at stórur fólkavøkstur hevur verið í kommununi seinastu árini. Eisini varð komið inná vinnulív, ítróttarumstøður, mentan og annað.

Borgarstjórin og kommunustjórin vístu eisini á, at Tórshavnar kommuna og Tórshavnar havn seinnu árini eru vorðin ein maritimur tænastudepil í norðurhøvum.