ES-parlamentið vil droppa summartíð

Fleirtalið í ES-parlamentinum halda, at vit áttu at skrotta summartíðina. ES parlamentið hevur í dag atkvøtt um at...

Alda Nielsdóttir
8. februar 2018 kl. 14:18

Fleirtalið í ES-parlamentinum halda, at vit áttu at skrotta summartíðina.

ES-parlamentið hevur í dag atkvøtt um at endurskoða lógina um at skifta til summartíð. Tað skrivar Berlingske.

Fleirtalið halda, at man átti at hugt nærri eftir og møguliga broytt lógina. Tað er tó ikki bert upp til parlamentið, um lógin eigur at verða skrottað. Tað er upp til ES-kommisjónina.

Samanlagt vóru 384 atkvøður fyri at endurskoða lógina um summartíð og 153 ímóti. 12 atkvøddu blankt. ES-parlamentið vil nýta hetta til at leggja trýst á ES-kommisjónina fyri at fáa tey at endurskoða lógina.

Núverandi fyriskipan um summartíð varð sett í gildi í 2001. Fyriskipanin ásetti dato og klokkuslett fyri flyting av klokkuni fyri øll ES-lond. Summartíð fer tó longur aftur enn so. Upprunaliga varð hon nýtt til at spara orku undir fyrra heimsbardaga.