ES hevur góðkent AstraZeneca koppsetingina

Nú hevur ES góðkent triðja slagið av koppseting móti korona

Ari av Rana
29. januar 2021 kl. 16:12

ES hevur í dag góðkent koppsetingina hjá AstraZeneca móti Covid-19. Góðkenningin umfatar, at koppsetingin kann brúkast til at koppseta fólk yvir 18 ára aldur.

Nógvar søgur hava annars verið um, at koppsetingin hjá AstraZeneca ikki virkar serliga væl hjá eldri fólki, men nú hevur ES also góðkent koppingarevnið.

Stríð um veiting

Seinastu dagarnar hevur AstraZeneca verið í brennideplinum, tí at fyritøkan í farnu viku meldaði út, at hon ikki megnaði at veita eins nógv koppingarevnið í Evropa, sum annars avtala.

ES hevur verið sera atfinningarsamt og hevur almannakunngjørt sáttmálan við fyritøkuna, í vónini um at prógva, at fyritøkan hevur brotið avtaluna, skrivar BBC.

Í dag boðaði Moderna frá, at fyritøkan ikki kundi veita so nógv koppingarevni til Danmarkar í næstu viku, sum tey annars høvdu avtala við ES. Les meira um tað her.