Soleiðis boðar Copernicus, veðurlagseftirlit ES’, frá í ársfrágreiðing síni "European State of the Climate", ið er júst givin út.
Eftirlitsorganið greiðir frá, at Evropa verður í mun til alheims-miðaltalið upphitað tvífalt so skjótt, ið hevur við sær, at hitabylgjur, týðiligar hitahækkingar og ógvisligar veðurhendingar so sum vatnflóð, turkatíðarskeið og skógareldar oftari kemur fyri.
2023 var heitasta árið, ið er mátað í Evropa, bæði á landi og í havi.
Copernicus greiðir frá, at hetta kann hava stórar avleiðingar fyri menniskju, náttúru og djór.
1,6 milliónir menniskju vóru ávirkaði av vatnflóð, 550.000 av stormi og 36.000 av skógareldi. 151 fólk lótu lív vegna ógvisligt veður. Hetta kostaði evropeiskum londum áleið 100 milliardir krónur. 81 % av kostnaðinum stavaði frá vatnflóð.
Í havinum hevði økti hitin – serliga millum mai og oktobur – í fjør við sær stórar broytingar í havsumhvørvinum og ávirkan á lívmargfeldi og vistskipanir.
Eisini verður greitt frá at Arktisøkið er serliga illa fyri. Tey seinastu áratíggjuni er hitin her um leiðir hækkaður trýggjar ferðir so skjótt í mun til hinar partarnar av jørðini. Hetta kann hava neiliga ávirkan á jøkulin, permafrostin og vistskipanirnar.
Millum tilmælini hjá Copernicus er, at evropeisku londini gera politikkir, ið leggja dent á núverandi og framtíðar veðurlagsbroytingar, eitt nú við at gera íløgu í varandi orku, orkuvirkni og burðardygga infraskipan, og at byggja upp betri mótstøðuføri móti vatnflóðum og skógareldum.