ES-londini siga seg vilja víðka um revsitiltøkini ímóti Russlandi.
Tað hendur í ljósinum av at andstøðuleiðarin Aleksej Navalnyj doyði í eini russiskari fangalegu í februar, sigur uttanríkisstjórin í ES, Josep Borell.
Fráboðanin kom áðrenn fundur skuldi vera millum Josep Borell og allir uttanríkisráðharrarnar í ES-londunum í Bruxelles í dag, har pakkin við revsitiltøkum er á borðinum.
Revsitiltøkini væntast tó ikki at fara at raka russiskar geirar sum bankar ella olju.
Í staðin fara londini í ES eftir øllum at døma at seta 33 persónar og tvær løgfrøðiligar eindir, sum kunnu knýtast at deyða Navalnyj, á listan yvir revsitiltøkum.