Í kronikki í danska netmiðlinum Altinget í dag, varpar Sjúrður Skaale ljós á, at ES-kommisiónin í farnu viku legði fram uppskot um at herða galdandi revsimøguleikar á fiskiveiðuøkinum, soleiðis at harðari revsitiltøk kunnu setast í verk mótvegis triðjalondum, ið sambært ES reka fiskiveiðu á óburðardyggan hátt.
Sambært fólkatingsmanninum kann talan næstan gerast um eitt nýtt makrelstríð sum avdúkar serstøku avbjóðingina í ríkisfelagsskapinum, nevniliga at Føroyar eru uttanfyri, meðan Danmark sum ES-limur noyðist at virða avgerðirnar úr Brússel.
Men hann ávarar danskar myndugleikar, um - enn einaferð - at lata seg trýsta til at fylgja ES í hesum málið, so at Danmark aftur nú fer at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, akkurát sum í makrelstríðnum fyri 10 árum síðani. Tá komu vit í tað løgnu støðu, at ein partur av danska ríkinum, Damnark, boykottaði ein annan part av ríkinum, Føroyar.
Hann vísir eisini á, at herðingin hjá ES serliga snýr seg um Føroyar, tí strandalondini enn ikki eru vorðin samd um býti av uppsjóvarfiski.
Í Greinini finst Sjúrður Skaale eisini at ES fyri at taka sær rættin at seta mark fyri, nær Føroyar bera seg ábyrgdarfult og burðardygt at.
Og hann spyr um tað ikki var júst hetta sjálvrættvísi, sum var orsøkin til makrelstríðið og aðrar ósemjur millum partarnar:
– Ein kann heldur spyrja, um tað var burðardygt, tá hollendski forsætisráðharrin í 2017 ringdi til føroya løgmann og legði trýst á hann, um ikki at seta í verk fiskivinnunýskipanina tí tað kundi fáa avleiðingar fyri eina hollendska fyritøku
– Ella um tað yvirhøvur er burðardygt, at ES á hvørjum ári ognar sær fiskikvotur í Afrika, og sostatt útflytir trupulleikan við ovurfisking til triðjalond, og samstundis herðir revsimøguleikarnar mótvegis somu triðjalondum.
At enda ásannar fólkatingsmaðurin, at Føroyar hava eina stóra ábyrgd at umsita havsins tilfeingi burðardygt, sama hvat ES hevur gjørt ella ger. Men samstundis spyr hann um tað er rímiligt, at ES bæði er lóggevari, politistur og dómari á hesum økinum.
Seinast tað kom til skarpskeringar millum partarnar, vísti tað seg, at føroyingar høvdu rætt, og at revsiátøkini vóru órímilig. Og lítið talar fyri, at ES umsitur sínar fiskastovnar betri burðardyggari enn føroyingar. Tað eiga allir partar at hava í huga, nú nýggj revsiátøk kunnu vera ávegis.