Herfyri søkti Heilsutrygd eftir sjey kommunulæknum. Tvey størv eru á Tvøroyri, eitt er í Læknahúsinum í Gundadali, eitt er í Kollafirði, eitt er á Strondum, eitt er í Fuglafirði og eitt er í Klaksvík.
Petur Martin Hansen á Heilsutrygd sigur, at tá ið umsóknarfreistin var farin, høvdu tey fingið tríggjar umsóknir.
Hann vil ikki siga, hvørji av størvunum søkt er um, tí onkrir læknar hava søkt meiri enn eitt starv.
Men hann sigur, tey eru í ferð við at viðgera umsóknirnar og so verða størvini sett í næstum.
Hann sigur, at í roynd og veru eru tey vælnøgd at fáa tríggjar umsóknir til hesi sjey størvini, tí tað er so stórt trot á kommunulæknum.
Tilsamans eru 36 kommunulæknastørv kring landið og í løtuni eru 29 av teimum sett við føstum læknum.
Fáa vit nú tríggjar kommunulæknar afturat, koma vit upp á 32 fastar kommunulæknar kring landið, og so eru bara fýra viðtalur eftir, sum eru mannaðar við skiftandi avloysarum.