Eru samd um at velja Suna til borgarstjóra

Hann fekk eisini meiri enn triðihvørja atkvøðu

Áki Bertholdsen
14. november 2024 kl. 10:13

Nývalda býráðið í Nes kommunu hevur nú skipað seg. Á kommunuvalinum vórðu hesi vald í býráðið í Nes kommunu:

Súni í Hjøllum, Atli F. Johansen, Rannvá í Túni Petersen, Elin á Torkilsheyggi, Henning Erhardsson Joensen, Høgni Hansen og Niels Jacob Nielsen.

Síðani hevur nývalda býráðið einmælt samtykt at skipa seg við Súna í Hjøllum sum borgarstjóra og Atla F. Johansen sum varaborgarstjóra.

Sostatt heldur Suni í Hjøllum fram sum formaður, men tað fekk hann eisini undirtøku frá veljarunum til, tí hann fekk 339 atkvøður, og tað er meiri enn triðjahvør atkvøða. Sostatt er hann burtur av fyrst valdur býráðslimur, tí listin hjá honum fekk eisini 86,3 prosent av atkvøðunum og fekk sostatt seks av sjey býráðslimum.

Annars verða nevndinar skipaðar soleiðis:

Fíggjarnevndin:
Súni í Hjøllum, form
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Joensen

Varalimir:
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Tekniska nevnd:
Høgni Hansen, form
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Rannvá í Túni Petersen

Varalimir:
Niels Jacob Nielsen
Atli F. Johansen

Mentanarnevnd:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, form
Høgni Hansen
Niels Jacob Nielsen

Varalimir:
Henning Erhardsson Joensen
Rannvá í Túni Petersen

Trivnaðarnevnd:
Rannvá í Túni Petersen, form
Atli F. Johansen
Henning Erhardsson Johansen

Varalimir:
Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi
Høgni Hansen

Nývalda býráðið fer at skipa seg á fundi tann 21. novembur