Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin?
- Og er nøkur ætlan, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?
Helgi Abrahamsen
13. juni 2024 kl. 12:51
Eru nakrar ætlanir um at gera ábøtur á Elduvíkarvegin, og um ætlanir eru um hetta, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?
Tað havi eg í dag spurt Dennis Holm, landsstýrismann, í einum § 52a fyrispurningi.
Vegurin til Elduvíkar hevur í nógv ár verið í sera vánaligum standi. Fyri nøkrum árum síðani blivu ábøtur gjørdar á vegin, men tíverri eydnaðist arbeiðið ikki so væl. Tað vísti seg, at tilfarið helt ikki, tá veturin kom.
Hóast fá fólk búgva í bygdini, so verður hon nógv vitjað av ferðafólki, og tí er nógv ferðsla eftir vegnum.
Spurningurin skal svarast í seinasta lagi tann 25. juni.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður