Enn eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki samdir um, hvussu hart verkfallið hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag fer at raka.
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava víst á, at arbeiðsfólk hjá tí almenna, og hjá kommunum, fara ikki í verkfall.
Hinvegin hava feløgini boðað frá, at øll verkafólk hjá privatum arbeiðsgevaum, hjá almennum stovnum og hjá kommununum, fara í verkfall.
Tey einastu, sum ikki fara í verkfall, eru alarar, dagrøktarar hjá kommununum og vaktarfólk sum arbeiða hjá trygdarfeløgum eftir sáttmálanum um vaktarhald.
Tórshavnar býráð hevur longu avlýst alla koyringina hjá Bussleiðini og alla ruskinnsavning frá í morgin.
Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur, at arbeiðarafeløgini, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, hittust í dag at tosa um støðuna.
Men hann sigur, at semja fekst ikki í lag um, hvør er umfataður av verkfalli ella ikki.
Hann sigur, tískil væntar hann, at málið verður lagt fyri Fasta Gerðarrættin seinni í kvøld við umbøn um, at tað verður avgreitt sum eitt skundmál. Tann avgerðin verður tikin seinni í kvøld, men Fasti Gerðarrætturin er amboðoðið, partarnri hava at viðgera tvístøður sum hesar.
Fáa almennu arbeiðsgevararnir viðhald, fer alt alment virksemi at halda fram, sum vant. Fáa arbeiðarafeløgini viðhald, fara øll í verkfall. Kortini hava tey sagt, at Strandferðslan verður ikki løgd.