Eru farin at taka nummarplátur av bilum
Tær fyrstu vórðu tiknar í nátt - men tær verða ikki tær seinastu
Áki Bertholdsen
24. oktober 2024 kl. 08:56
Í gjár fekk løgreglan ein lista við nøvnunum á heili 571 bileigarum, sum ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár. Og tí er løgreglan biðin um at taka nummarpláturnar av bilunum.
Og løgreglan er longu farin til verka at arbeiða seg ígjøgnum listan og í nátt hava 11 teir fyrstu bilarnir mist pláturnar
Og málið er rættiliga einfalt, tí kann bileigarin vísa løgregluni kvittan fyri at vegskatturin er goldin, verða pláturnar tiknar.
Løgreglan hevur eisini tikið eina lítla motorsúkklu við uppslitnum dekkum. men hóast tað hevur verið fitt av vindi, eru eingir skaðar hendir. Tað einasta løgreglan veit um, er at ein valplakat í Havn er farin.