Eru farin at taka nummarplátur av bilum

Tað er nú, at bileigarar skulu ansa sær

Áki Bertholden
24. oktober 2023 kl. 08:40

Í nátt hevur løgreglan verið eina lítla rundferð í Havn og ørindini vóru at taka nummarpláturnar av bilum, har bileigarin skyldar pengar.

Hendan dagin fekk løgreglan ein lista frá akstovuni við nøvnunum á heili 641 bileigarum, sum ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

 Í hesum sambandi heitti Akstovan á løgregluna um at taka nummarpláturnar av bilunum hjá teimum, og so kunnu teir fáa pláturnar aftur, tá ið fíggjarligu viðurskiftini eru fingin í rættlag.

Og nú er løgreglan so farin at arbeiða seg ígjøgnum listan, og í nátt hava tey so verið og tikið nummarpláturnar av sjey bilum í Havn, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt, og trygging.

Og har eru reglurnar greiðar og tær eru, at hevur eigarin ikki eina kvittan fyri, at hann hevur goldið, tekur løgreglannummarpláturnar.