Eru evolutionerar orsøkir til PMS

Eitt svart skíggj trekkir seg inn yvir sinnið hjá summum kvinnum í døgunum upp undir menstruatiónina. Brádliga verða tær...

Elisa Vang
3. mars 2018 kl. 15:37

Eitt svart skíggj trekkir seg inn yvir sinnið hjá summum kvinnum í døgunum upp undir menstruatiónina. Brádliga verða tær lættari irriteraðar, og ein tvítýdd viðmerking kann elva til øði ella grát.


Ein av hesum kvinnunum, ið líða av psykiskum premestruellum syndromi (PMS) hevur skrivað til "Spørg Videnskaben", og spyr:

"Eg havi í eina tíð undrast á, hví vit kvinnur, summar okkara í øllum førum, hava PMS. Og her hugsi eg ikki um kropsligu amparnar, men teir psykisku, ið sum oftast bera brá av skiftandi sinnalagi, vreiði og erkvisni. Er nøkur serlig orsøk til hetta?", spyr Nanna.

 


Kann PMS styggja girndarfullir hannar burtur?

 

Nanna hevur hoyrt, at ørskapurin kann hava ein evolutioneran týdning. PMS kann hava tikið seg up tíðliga í menniskjans menningarsøgu, tá kvinnur, ið vóru uppá vegin, kunnu hava havt tørv á skiftandi sinalagi fyri at styggja girndarfullir menn burtur, hevur Nanna hoyrt. Men eftir øllum at døma er okkurt, ið ikki hongur saman.

"Tá man er uppá vegin, hevur man ikki eggloysn, og harvið hevur man ikki PMS", sigur Nanna, og heldur fram: "Men eg havi undrast á, hvat tað so í grundini er, sum er eftir frá tí tíðini, tá vit vóru tættari við apustøðið, sum ger, at vit kvinnur enn ann dag í dag skulu líða av hesum psykiskum ampunum av PMS?"

 

Evolutiónin hevur eitt svar uppá hesar amparnar

"Spørg Videnskaben" sendi spuringin hjá Nannu víðari til Jes Søe Pedersen, lektara á Center for Social Evolution og Biologisk Institut á Universitetinum í Keypmanahavn. Lívfrøðinguin er ovfarin av hugsunarháttinum hjá Nannu. "Mátin, hon spyr uppá, er púra rættur. Júst tílíkir spurningar, halda vit lívføðingar, eru viðkomandi at seta, tí møguliga hava nógvir av lívfrøðisligu trupulleikunum, vit stríðast við í dag, eitt evolutionert endamál", sigur Jes Søe Pedersen.


Áðrenn trivið verður í hugleiðingarnar hjá Jes Søe Pedersen, fáa vit eitt sindur av grundupplýsingum um teir premenstruellu amparnar, sum kvinnur uppliva eina ferð um mánaðin.


Premenstruelt Syndrom (PMS) kemst av progestoroni, eitt hormon, ið verður evnað í eggjastokkunum í døgunum upp undir menstruatiónina.


Hormonið ger lívmóðurina klára til ein burð, men kann eisini hava hjáárin, so sum pínu, økta vekt og óreina húð. Summar kvinnur fáa haraftrat psykiskir ampar, so sum hugtyngd, erkvisni, orkuloysi og depressión.

 

PMS var møguliga ein fyrimunur 

Progestoron er altso neyðugt, um ein kvinna skuldi blíva uppá vegin og føra sínar ílegur víðari. Um psykisku árinini, ið standast av progestoroninum skulu kunna lýsast evolutionert, átti tað eisini at havt fyrimunir fyri at yvirlivingina og nøringina hjá kvinnuni, greiðir Jes Søe Pedersen frá.


Hann sigur ikki, at PMS ikki hevur havt ein gagnligan leiklut í menningarsøguni hjá menniskjanum. Tað kann tað hava havt. "Okkurt, sum í sínari tíð hevur verið ein evolutionerur fyrimunur, kann í okkara modernaðu verð verða blivið ein ampi", sigur hann, og gevur eitt dømi: 


"Einaferð var tað ein fyrimunur fyri menniskjað, at hava trongd til feitt og søtmeti, tí okkum tørvaði orku til at yvirliva, men í dag er tað vorðið ein vansi, sum hevur við sær, at vit verða ov tjúkk, tí okkara lívskor eru broytt."


Tá talan er um at lýsa PMS í einum líknandi, evolutionerum karmi, veit Jes Søe Pedersen eingi ráð:


"Tíverri kenni eg ikki til nakra gransking á hesum økinum. Tað man helst vera eit av teimum økjunum, sum enn vanta í granskingarbókmentunum", sigur Pedersen.

 

 

Hypotesa: PMS styggir ófruktarbarir menn

"Spørg Videnskaben" gevur tó ikki upp. Tey hava funnið fram eina grein frá 2014, sum australski evolutiónslívfrøðingurin, Michael R. Gillings, gav út.


Í greinini setir Gillings eina hypotesu um, at skiftandi sinnalag áðrenn menstruatión kann upprunaliga hava verið ein lívfrøðiligur fyrimunur fyri kvinnur, sum vóru í parlagi við ófruktabarum monnum.


Skiftandi sinnalagið kann hava havt til endamáls at styggja ófruktabara mannin burtur, so kvinnan slapp undan at finna ein annan mann, sum kundi gera hana uppá vegin, hugleiðir Michael R. Gillings.


Tá kvinnan varð blivin uppá vegin, slapp hon bæði undan mánaðarligu menstruatiónini og tí skiftandi sinnalagnum, sum hon ikki longur hevði tørv á fyri at jagstra mannin burtur.


Hypotesan er ikki vísindaliga kannað enn, men Michael R. Gillings stuðlar hyotesina við vitan um dogonarnir, sum eru veiðifólk í afrikanska landinum Mali.

Kvinnur við menstruatión verða avbyrgdar

Kvinnurnar í dogon-samfelagnum verða avbyrgdar í serligum smáttum, tá tær hava menstruatión, skrivar amerikanski fólkalívsfrøðingurin Beverly I. Strassmann í eini vísindaligari grein um menstruatiónsritualini hjá dogon-stammuni. 


Vanliga sleppa kvinnurnar undan at vera ov leingi í smáttunum, tí størsti parturin av fruktarbaru árunum verða brúkt uppá vera uppá vegin ella at bróstageva børnunum. Tí fáa tær bara menstruatión eini tvær ferðir um árið.


Bara dogon-kvinnur, ið hava ófruktarbarar menn, mugu finna seg í at verða avbyrgdar í serligu menstruatiónssmáttunum í fleiri dagar um mánaðin. Tí tá menninir ikki gera tær uppá vegin, bløða tær regluliga.

 

Kvinnur við PMS eru bráðlyntar

Michael R. Gillings hugleiðir um, at tað kann vera ein fyrimunur fyri dogon-kvinnurnar at vera fíggindasinnaðar og erkvisnar upp undir menstruatiónina, tí teirra atferð kann styggja mannin burtur, um hann ikki kann gera hana upp á vegin. Um maðurin verður stygdur av PMS-atferðini, kann kvinnan finna ein annan mann, sum kann gera hana uppá vegin.


"Einhvør atferð ella eginleiki ella genetisk tillaging, ið økir um møguleikarnar fyri nøring, er til stóran fyrimuns fyri kvinnuna", sigur Michael R. Gillings við Science News.


Gillings stuðlar eisini sína hypotesu við dømum um kanningar, sum týða uppá, at kvinnur við PMS eru meira bráðlyntar enn aðrar, og hava tí møguliga meira lyndi til at hava nógvir ymiskir makar.

 

Lesið meira á HER