Miðilin Forbes letur á hvørjum ári ymsar listar við fólki, sum antin eru ríkast ella máttmiklast upp á ymsar mátar. Listarnir eru viðhvørt gjørdir upp eftir kyni, og nú ein dagin kom ein listi við máttmiklastu kvinnum í heiminum.
Bert ein norðurlendsk kvinna er á top 100-listanum. Tað er norski forsætisráðharrin Erna Solberg, sum er nummar 46. Sostatt er hon millum annað fýra pláss frammanfyri vinnulívskvinnuna Beyoncé Knowles, sum er mest kend fyri at syngja og ganga á odda fyri javnrættindum. Erna Solberg er eisini væl frammanfyri Hillary Clinton, sum er á 65. plássi.
Máttmiklasta kvinna í heiminum í løtuni er ikki heilt óvæntað týski kanslarin Angela Merkel. Bretski forsætisráðharrin Theresa May er nummar tvey og Melinda Gates, sum saman við manni sínum stýrir grunnin Bill & Melinda Gates Foundation, er nummar trý.
Erna Solberg verður hjá Forbes umrødd sum norska svarið upp á Angelu Merkel. Annars sigur Forbes, at Erna Solberg hevur uppiborið sterku støðu síni við millum annað at hava ført ein skynsaman fíggjarpolitikk í einum tíðarkeiði, har teir fyri Norra týdningarmiklu oljuprísirnir lækkaðu nógv. Eisini verður sagt, at hon er fyrsti leiðari fyri Konservativa flokkin í Norra, sum síðani 1985 hevur vunnið valið tvær ferðir á rað.
Kelda og lesið meira HER
Top 100 listin hjá Forbes yvir máttmiklastu kvinnur í heiminum í løtuni sæst HER