Erna Solberg heldur fram sum forsætisráðharri

Ein meiriluti av norskum veljarum atkvøddu fyri bláa blokkinum á Stórtingsvalinum í gjár

Guðrun í Jákupsstovu
12. september 2017 kl. 08:59

Á stórtingsvalinum í Noregi í gjár, vann blái blokkurin. Blái blokkur, flokkarnir Høyre, Fremskrittspartiet, Kristeligt Folkeparti og Venstre fingu 89 stórtingslimir. Reyði blokkurin, Arbeiderpartiet, Senterpartiet, Miljøpartiet de Grønne og Rødt fingu 80. Sostatt stendur Erna Solberg, forkvinna í Høyre, til at taka við embætinum sum forsætisráðharri eitt valskeið afturat.

Nú skal Solberg í holt við samgongusamráðingar, men sambært DR og Berlingske Tidende verður hetta ikki nøkur løtt uppgáva. Erna Solberg fekk nógvan stuðul uppundir valið frá smærru høgraflokkunum, Venstre og Kristeligt Folkeparti, men hesir báðir flokkarnir eru ikki so sinnaðir at skipa samgongu við Fremskrittspartiet.
Í grein við norska kringvarpið, NRK, sigur næstformaðurin í Kristeligt Folkeparti, Olaug Bollestad, at tey ætla ikki í samgongu við Fremskrittspartiet, tí at seinasta valskeið vóru tey ov ósamd um nógv kjarnumál. So, sigur Bollestad, at um Erna Solberg velur at skipa samgongu við Fremskrittspartiet, so vilja tey heldur fara í andstøðu, sum ein konstruktivur andstøðuflokkur, ið tekur støðu til eitt mál í senn.

Tað verður tó trupult hjá Solberg at skipa eina bláa samgongu uttan stuðul frá Venstre og KrF.