Í gjár varð FM kappingin fyri seniorar endaliga avgreidd, tá Erling í Liða vann seinasta dystin móti Krisjani Christiansen 6-3 og 6-3.
Erling vann sostatt allar dystirnar í kappingini, har allir spældu móti øllum, og átti harvið eisini munin á Martini Heinesen, ið endaði á øðrum plássi.
Dysturin teirra millum varð spældur dagin eftir ólavsøku og endaði við úrslitinum 6-3 2-6 3-10 til Erling.
Talan var um eina frálíka og rættiliga javna kapping við fleiri góðum dystum, og sigast má, at orkustøðið hjá seniorunum er rættiliga høgt.
Hjartaliga til lukku til Erling í Liða í FM-heitinum, og sjálvandi eisini til lukku til Martin Heinesen við silvurinum, verður skrivað í tíðindaskrivi.