Erika Fatland kemur nú út á føroyskum á øðrum sinni, og aftur hesa ferð er tað Pauli Nielsen, sum hevur staðið fyri týðingini úr norskum. Nýggja verkið hjá Eriku eitur Hæddir – á ferð í Himmalaya (Høyt – en reise i Himalaya á norskum), og snýr seg um júst hetta: eina sera langa ferð um fjøll í Pakistan, Nepal, Bhutan, India og Kina (Xinjiang og Tibet), sum Erika einsamøll gjørdi í 2018 og 2019. Og sigast kann beinanvegin, at Hæddir hevur rættiliga nógv í felag við Markið, sum kom út á føroyskum í 2019. Ikki bara eru bøkurnar langar, meira enn 600 blaðsíður hvør, men eisini hava tær somu uppskrift: hugtakandi ferðafrásagnir, ið ferðafólkið (høvundurin) hugleiðandi orðar við støði í øllum tí meira ella minni forvitnisliga, sum hon sær og hoyrir á ferðini hjá sær, og sum í bókini verður kryddað við hóskandi nøgdum av stuttum og neyvt úrvaldum úrdráttum um søguna, mentanina og samfelagið á plássinum, sum ferðafólkið er á veg ígjøgnum. Hendan stílin, sum ikki so fáar nýggjar ferðabøkur byggja á, meistrar Erika til fulnar. Ein ferð, sum fyrr hevði tikið kanska tíggju ella fleiri ár, kann nú gerast til veruleika uppá nakrar fáar mánaðir, og tað broytir rytmuna og huglagið í bókunum. Pengar, alnet og nýggjar tok- og flogrutur eru við til at stytta um ferðatíðina hjá vesturlendskum ferðabókahøvundum. Eg havi hug at arga eitt sindur og siga, at ferðin sostatt ofta gerst ein gjøgnumferð (transit), har einstaka plássið einans tænir sum steðgipláss á longri rundferð. Tað er hugtakandi at ferðast so víða, og at fáa so nógvar upplýsingar og so nógvar søgur um so nógv ymisk fólk við so nógvum ymiskum lívsstílum í einari og somu bók, men vansin við hesum er, at man eisini kann standa eftir við einari eitt sindur tómari kenslu, av tí at man ikki steðgar á og gevur sær meira tíð til at veruliga læra eitt pláss at kenna. Og tí er bókin sera drúgv og sera stutt í senn. Erika skrivar sera livandi um sínar upplivingar og hevur eyga fyri forvitnisligum smálutum og skemtiligum støðum, bæði í tí gerandisliga og í tí hátíðarliga, men tá lesarin er komin til síðu 380 ella 450, byrjar hann at fáa eitt sindur av “ferðamøði”, av tí at hann alla tíðina verður togaður víðari til næsta bý og til næsta hotell á longu leiðini. Hetta gevur bókini stóra ferð (skjótleika), sum ofta gevur eina kenslu av frælsi, men eisini eina kenslu av at vera staðarleysur. Hetta fær meg at hugsa um eitt annað eyðkenni við nýggju bókina hjá Eriku, sum er, at hon fortelur sera lítið um seg sjálva. Tað hevur hon sjálvandi fullan rætt til, og tað er í sær sjálvum ikki nakar stórur veikleiki, men avleiðingin er, at tað til tíðir styrkir um kensluna av, at okkurt manglar í frásøgnini, okkurt ið kann fáa lesaran at betur skilja, hví hann verður leiddur um dalar og fjøll í illa atkomuligum landslutum í Asia. Erika dugir sera væl at fáa samband við fólk, sum hon hittir á leiðini, og at fáa tey at fortelja opið um sínar familjur og sínar dreymar, eisini um rættiliga viðkvæm evni, men hon tykist rættiliga afturhaldandi tá tað kemur til at fortelja, hvør Erika er, og hví hon spyr um tað, ið hon spyr um. Nøkur undantøk eru, og tey eru áhugavert at taka fram, til dømis lesa vit á bls. 129:
“Tá ið eg fyrstu ferð var í India, var eg nítjan ára gomul. Eg hevði ongantíð verið so langt heiman, og eg var púra tikin á bóli. Alt fólkið, luktirnir, litirnir, gangurin, tað var, sum sansirnir ongantíð megnaðu at fáa alt við [...] Umsíðir orkaði eg ikki longur, ikki av vánaligu sodningini, men av at reika runt uttan mál og mið, eta pannukøkur á fjakkarakaffistovum, standa og hanga saman við øðrum vesturlendskum ungfólki, togast um prís, sum ráddi tað um lívið, fjakkaralívið varð sum frá leið næstan bara ein spurningur um, hvar vit skuldu fara, um pengar og prát upp í saman. Tað gjørdist so undarliga tómt sum frá leið”
Hetta er sera áhugavert, tí her reflekterar Erika um, hvussu, hon upplivdi India sum tannáringur á fjakkaraferð í mun til hvussu ið hon ferðast í dag. Hon fortelur okkum eisini, at hon nú altíð ferðast einsamøll, tí tá “mást tú taka alt, sum tað kemur, tú stendur ber, nakin” (bls. 130) Aðrastaðni í bókini, fortelur høvundurin eisini, at hon ikki klárar at lata vera við at ferðast. Tað er ein av orsøkunum til at hon ferðast so ómetaliga nógv, sum hon ger. Tað er, sær tað út til, ein lívsstílur og ein eldhugur. Tann tómleikan, sum hon afturlítandi lýsir í mun til fyrstu fjakkaraferðina til India, roynir hon at sleppa av við í nýggju stóru ferðunum, sum bøkurnar Markið og Hæddir eru úrslit av. Og við sínum antropologiska forvitni og lætta lyndi, so er tað henni, sum sagt, onki kynstur at koma í prát við fólk, ung og gomul, kvinnur og menn, í teimum mongu bygdunum og býunum, sum hon ferðast ígjøgnum. Erika sýgur alt til sín og roynir at fáa allar tær góðu søgurnar festar á blað. Hóast hon í høvuðsheitum sýnir virðing fyri fólkunum, sum hon tosar við, tá ið tey verða lýst í bókini, so haldi eg meg síggja ein feril av spei og háðan í summum brotum, har høvundurin t.d. lýsir, hvussu nógv børn ein ung fátæk mamma eigur og um væntandi reinføri í smáttum hjá familjum í fjarskotnum bygdum. Tá ein høvundur á ferð spyr fólk um ymist, so er umráðandi at minnast til, at ein ikki er í sínum heimlandi, og at ein sostatt er noyddur at virða aðrar reglur fyri hvussu siðiligt samskifti fer fram. Tað dugir Erika væl, men viðhvørt er hon, helst uttan at hugsa so nógv um tað, eitt sindur ov nasadjørv og besserwisser’lig í síni roynd at fáa sínar hugsanir váttaðar. Tað gav at bíta, tá hon tosaði við kinverska tulkin hjá sær um javnstøðu og um leiklutin hjá Kina í Tibet.
““Hví spyrt tú, tá tú longu veitst svarið?” spurdi Apple ørg.
“Eg veit ikki,” segði eg. “Tí spyrji eg.”
“Í fimm hundrað ár hevur Kina staðið ímóti ávirkan vestaneftir,” segði Apple. “HVí skulu vit broyta okkum nú? Hví skal Kina vera sum vesturheimurin?”
[...]
“Muninum á eystur- og vesturlondum vinna vit ikki á,” Apple var ikki í iva. “Tað havi eg altíð hildið. Tit megna als ikki at skilja, hvussu vit hugsa. Fólk eystaneftir og vestaneftir fara ongantíð at skilja hvørt annan, so lítið líkjast vit.”
[...]
“Hví spyrt tú um alt hetta?” spurdi hon óð [prát um Kina og støðuna í Tibet]. “Tað tykist, sum tú hevur fingið okkurt í høvdið og bara vilt hava tað váttað. Eg rokni við, at tú veitst, at tú spyrt um ógvuliga politisk viðurskifti? Vit kinesarar tosa ikki um sovorðið, og so kemur tú við tínum...””
Lítil løta gongur, síðan práta Erika og Apple væl saman aftur. Men Erika metir at samanstoyturin skal tulkast soleiðis, at tulkurin er sinnisrørd og strongd, tí at hon ikki er von at sleppa at tosa um hesi truplu viðurskiftini, og reflekterar í grundini ikki víðari yvir sín egna leiklut í hesum samskiftinum – at hon kanska ikki átti at tosað um hetta við Apple? Eg skal tó siga, at hetta dømið er eitt tað einasta í bókini, har Erika veruliga fær ákoyringar fyri sínar ógvuliga ósmædnu spurningar. Í onkrum førum flenna hini bara, tá ið norski høvundurin spyr um nakað, ið fólk vanliga ikki tosa við fremmandafólk um. Hæddir er, tá samanumtikið verður, ein góð bók, sum telur umleið 630 blaðsíður á tremur við upplýsingum, sum fortelja nakað um fólkini og plássini, sum eru á Himmalaya-rutuni hjá Eriku. Nógv fakta um fjøll, áir, mat, fólkatøl, politiskar og søguligar hendingar, men eisini nógvar frásagnir um fólk, ið hava sínar serligu meiningar og lívsáskoðanir. Tað er ongin loyna, at eg haldi, at handritið kundi verið stytt, kanska heilt niður í eina helvt uttan at mist sítt virði, kanska heldur øvugt, men tað hevði sjálvsagt havt við sær, at høvundurin ruddaði upp í stóru goymsluni av upplivingum. Hinvegin hevði verkið kanska fingið eina nýggja hædd. Eg ivist onga løtu í at Erika longu fyrireikar nýggjar odysséir, kanska til nýggjar heimspartar, og at hon tekur skriviblokkin (telduna) við sær.
Erika Fatland: Hæddir – á ferð í Himmalaya, Sprotin 2021.
Pauli Nielsen týddi úr norskum