Erik Biskoptstø: - Tey ungu gleða seg til Olly Murs og tey eldru til Uriah Heep

Fyrsti dagurin á Summar Festivalinum er av, og festivalgestirnir gleða seg til tveir dagar afturat við lívligum framførslum í heimsflokki

Ragnar Sjúrðarson
9. august 2024 kl. 13:50

Erik Biskopstø, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum, fegnast um góða dagin í gjár, sum var eitt slag av upptakt til komandi tveir dagarnar.

-    Fyrsti festivaldagurin er farin afturum bak, hvussu eydnaðist dagurin í gjár?

-    Eg haldi hann eydnaðist sera væl. Veðrið var gott og fólk tóku sera væl ímóti SF20 showinum, har tikið varð samanum fyrstu 20 árini av Summar Festivalinum. Har vóru bæði nakrir av teimum størstu føroysku tónleikarunum, ið hava verið, og nøkur av altjóða hittunum, sum vórðu tulkaði av føroyskum tónleikarum við einum íslendskum gestasangara. Talan var um eitt flott og virðiligt show, sum fólk vóru væl nøgd við.

-    Seinni spældi Faustix, sum tey ungu vóru sera spent uppá, og hann fekk veruliga lív í Vágsbø. So alt í alt var tað eitt gott hóskvøld, sum er eitt slag av upptakt til tey stóru kvøldini.

Erik Biskopstø vónar, at tey eldru verða jaliga yviraskaði av Olly Murs og tey yngru av Uriah Heep

-    Tað er blandað hvat festivalgestirnir gleða seg mest til at hoyra. Tey tilkomnu gleða seg nokk mest til Uriah Heep, og hjá teimum yngru er tað Olly Murs. Kanska fara bæði ættarliðini at verða jaliga yvirraskaði, um tey eru opin fyri at lurta eftir báðum. 

-    Olly Murs hevur tann fyrimunin, at hann er ungur, sprelskur og dynamiskur. Hann hevur havt fleiri tophitt í Bretlandi, verið á konsertferð við fleiri tónleikarum í heimsflokki, so talan er um eina altjóða stjørnu í toppformi.

-    Uriah Heep hinvegin koma hendan vegin sum nakrir rock dinosaurar. Teirra stórheitstíð var í 70`unum, men hinvegin framførdu teir á stóra rock festivalinum Copenhell í summar, og har fingu teir sera góð ummælir frá viðmerkjarum. So hóast løgini eru gomul, hava teir megnað at hildið seg við líka. Uriah Heep eru eisini sera væl umtóktir í Føroyum, men hava ongantíð spælt her, so tað verður ein forkunnug uppliving.

Vágsbøur og kampingøkini eru nakað skerd

-    Ein byggiveður liggur framvegis rundanum Varpið, og tí er økið, eins og í fjør, framvegis eitt sindur skert. Vit vita ikki hvussu leingi arbeiðið heldur á, men vónandi endar tað skjótt.

-    Byggivirksemið kring býin hevur eisini forstýrað kampingøkini eitt sindur. Vit hava framvegis tey fimm økini, men nøkur eru eitt sindur skerd. Við Fótbóltsvøllin og á keiini er ymiskt byggjarí, so tað mugu vit laga okkum eftir. Á hvørjum ári hyggja vit eftir hvat ber til eftir umstøðunum, og vit hava eisini sett nøkur pop-up kampingøkir upp. Tilsamans hevur tað eydnast okkum at finna umleið 180 kampingvognapláss í ár.