Erdogan: Hetta er størsta vanlukkan síðan 1939
Fyri 84 árum síðani doyðu 32.700 fólk í einum jarðskjálvta í Turkalandi
Ragnar Sjúrðarson
6. februar 2023 kl. 14:08
Jarðskjálvtin, sum náttina til mánadagin var í Turkalandi, er størsta náttúruvanlukkan, ið hevur rakt landið síðan 1939.
Tað staðfestir forsetin í landinum, Recep Tayyip Erdogan, skrivar Reuters.
Fyri 84 árum síðani kostaði ein jarðskjálvti nær turkiska býnum Erzincan umleið 32.700 fólkum lívið.
Jarðskjálvtin hevur kostað mannalív í bæði Turkalandi og í grannalandinum Sýria. Omanfyri 1500 fólk eru staðfest deyð í báðum londunum.
- Í dag er dagurin, har 85 milliónir verða til eitt hjarta, sigur Erdogan sum vísir á, at alt Turkaland stendur saman.
Jarðskjálvtin rakti landsynningspartin av Turkalandi, nær markinum við Sýria klokkan 01.17 føroyska tíð – 04.17 lokala tíð.