Erdogan heitir á Putin um at lýsa vápnahvíld í Ukraina

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur heitt á Putin, um at lýsa vápnahvíld í Ukraina. Fyrr í dag prátaðu Erdogan og Putin í telefon í ein tíma.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
6. mars 2022 kl. 16:31

Síðstu dagarnar hava fleiri av heimsins leiðarum roynt at tosa Putin til sætis. Franski forsetin, Emmanuel Macron og ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hava báðir roynt, men tó uttan úrslit.

Í dag prátaðu turkiski forsetin, Erdogan, og Putin í ein tíma. Í samrøðuni heiti Erdogan á Putin, um at lýsa vápnahvíld í Ukraina og skriva undir friðarsáttmála. Turkaland hevur góð sambond við bæði Russland og Ukraina. Turkaland hevur áður boðað frá, at hernaðarliga innrásin hjá Russlandi, er alt annað enn nøktandi. Hóast hetta, so hevur Turkaland ikki sett revsitiltøk mótvegis Russlandi. Sambært skrivstovuni hjá turkiska forsetaráðharranum, so ynskir Turkaland at bjóða bæði Russlandi og Ukraina til diplomatiskar samráðingar í Turkalandi í næstu viku.

Higartil eru tvær avtalur um vápnahvíld millum Russland og Ukraina slitnaðar. Avtalað var at vápnahvíld skuldi vera í býnum Mariupol í dag, frá klokkan 8 til klokkan 19 føroyska tíð. 200.000 íbúgvar eru fangaðir í Mariupol, Býurin er umringaður av russiskum hermonnum. Tískil skuldu íbúgvarnir frá klokkan 11, sleppa úr býnum eftir einari ávísari ferðaætlan. Henda avtalan var sett í gildi í gjár, men hon slitnaði aftaná ein hálvan tíma. Í dag gjørdi tey eina roynd aftrat, men hon slitnaði aftur. Báðir partar hava ákært hvønn annan fyri bróta avtaluna um vápnahvíld.

Tað er ikki einans Turkaland, ið roynir at mekla millum Ukraina og Russland. Í gjár var ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, í Russlandi til samráðingar við Putin. Samráðingarnar vardu í tríggjar tímar. Seinni á degnum prátaði Bennett eisini við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky.

Kelda: Reuters