Erasmus+ útbúgvingarsamstarvið hjá ES verður raðfest

Føroyska Erasmus+ tjóðarskrivstovan fer at samstarva við Granskingarráðið, sum hevur ábyrgd av føroyska partinum av ES granskingar- og menningarvirkseminum

bumr.fo
1. oktober 2024 kl. 23:15

Erasmus+ letur dyrnar upp fyri umheiminum.

Politiskt verður nú raðfest, at Føroyar arbeiða fyri at gerast partur av Erasmus+.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at senda formliga fráboðan til ES Nevndina um, at Føroyar ynskja at fara undir samráðingar um føroyskan atlimaskap í útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+.

ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og løgmaður, Aksel V. Johannesen, undirritaðu á fundi í Føroyum í mars 2024 eitt semjuskjal millum Føroyar og Evropasamveldið um styrkt samstarv. Í semjuskjalinum verður dentur lagdur á týdningin av verandi samstarvsøkjum á handils-, fiskivinnu- og granskingarøkinum, men eisini at karmurin letur eisini upp fyri at víðka samstarvið við ES á nýggjum økjum. Eitt nú í mun til útbúgving og mentan.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer harafturat at skipa eina Erasmus+ tjóðarskrivstovu, sum verður staðsett í Undirvísingarstýrinum.

Tað er eitt krav til øll Erasmus+ londini at skipa eina tjóðarskrivstovu, sum skal umsita Erasmus+ limaskapin, stuðulin og samskipa luttøkuna av Erasmus+ stuðulsskipanini. Til tess at fáa formliga atlimaskapin upp á pláss og undirritaðan, fer tjóðarskrivstovan at kanna, lýsa og skipa øll formligu viðurskiftini rundan um føroyska atlimaskapin. Føroyska Erasmus+ tjóðarskrivstovan fer at samstarva við Granskingarráðið, sum hevur ábyrgd av føroyska partinum av ES granskingar- og menningarvirkseminum. 

Erasmus+ er skráin hjá Evropasamveldinum til stuðul fyri útbúgving, ung og ítrótt í Evropa. 
Fíggjarætlanin hjá Erasmus+ fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027 er 26,2 mia. evrir. Hetta er ein nærum tvífald so stór fíggjarætlan sum fyri farnað tíðarskeið 2014-2020.

Føroyar hava síðani 2010 verið partur av granskingar- og menningarsamstarvinum hjá Evropasamveldinum (ES) – fyrst í FP7, so Horizon 2020 og nú í Horizon Europe. Flestu lond, ið luttaka í granskingar- og menningarsamstarvinum hjá ES, luttaka eisini í Erasmus+ stuðulsskránni fyri útbúgving, ung og ítrótt. 
Horizon Europe og Erasmus+ eru tætt knýtt at hvør øðrum, og Erasmus+ er ofta fyrsta stigið út í heim hjá yngra ættarliðinum á teirra útbúgvingarleið. At hava næmingar við altjóða royndum, ið eru væl fyri fakliga, er hornasteinurin í Erasmus+, umframt at kveikja áhugan fyri gransking og menning.

Erasmus+ veitir stuðul til altjóða verkætlanir innan flytføri og samstørv. Flytføri vil siga, at næmingar, lesandi og lærarar, námsfrøðingar, starvsfólk, venjarar o.o. luttaka í verkætlanum uttanlands fyri at leita sær íblástur, vitan og royndir. Samstørv fevna um størri verkætlanir við í minsta lagi 3 samstarvspørtum frá 3 ymiskum Erasmus+ londum. Harumframt er altjóða samstarvsskipanin, Erasmus Mundus, innan hægri útbúgving, har útbúgvingarstovnar kunnu menna og bjóða út felags útbúgvingar á master stigi við stuðli frá Erasmus+.