Er tað nóg attraktivt at stovna altjóða fyritøku í Føroyum?

Hetta fer Bárður Háskor at hugleiða um á stórslignu altjóða tøkniráðstevnuni TONIK, sum verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024

Fríðmundur Nattestad
24. apríl 2024 kl. 12:30

TONIK ráðstevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan, íverksetan og leiðslu.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Bárður Háskor. Bárður var við til at stovna FarPay í 2014, saman við Andrew Jensen, Olaf Olsen og Theodor Erling Johannesen. Áður hevur Bárður eisini ment skipanina Mínboks, sum flestu føroyingar nýta í dag.

FarPay hevur sínar røtur í Føroyum, men hevur frá fyrsta degi miðja eftir at selja til útlendska marknaðin. Í dag er uml. 80% av søluni uttanfyri Føroyar.

Á Tonik fer Bárður við ítøkiligum dømum at vísa á avbjóðingar, ið eru við at stovna og skráseta eina altjóða fyritøku í Føroyum. Bæði tá ið talan er um sølu og marknaðarføring, men eisini í mun til at fáa til vega kapital, skattligar avleiðingar og avbjóðingar við møguligari exit.

Tað starvast 16 fólk hjá FarPay, og ætlanin er at økja munandi um starvsfólkahópin komandi 2 árini.

FarPay handfarir rokingar og fakturar vegna næstan 1.000 fyritøkur í Føroyum, Danmark og Grønlandi. FarPay sendir rokningar til slutbrúkaran og ger tað sera einfalt at rinda við MobilePay, Apple Pay o.s.fr.

Í 2023 viðgjørdi FarPay næstan 12 mió. rokningar fyri eina samlaða upphædd á næstan kr. 25 mia.

Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK ráðstevnuni. Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo