Er saltkassin tómur?

Nú hálka hevur verið seinastu dagarnar, so minnir Tórshavnar kommunu sínar borgarar um at brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi

Sigurjón Einarsson
3. desember 2021 kl. 11:30

Tórshavnar kommuna hevur 597 saltkassar standandi í grannløgunum í kommununi, sum fólk kunnu taka av, tá tørvur er á tí.

Kommunan skrivar á heimasíðu sínari, at er saltkassin í tínum grannalagi tómur, so kanst tú brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi, so syrgir Vegadeildin í Tórshavnar kommunu fyri at fylla kassan upp aftur.

Ivast tú í, hvar saltkassin stendur í tínum grannalagi, kanst tú finna hann á kortinum á hesari leinkjuni. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum, so sært tú, hvør kassi er tættast við.

Til ber at geva kommuni eitt prei, er saltkassin tómur, her.

Kelda: Tórshavnar kommuna