So varð aftur eitt tíðindaskriv sent frá Landsbankanum. Hesaferð var skrivið ikki sent vegna formannin í Búskaparráðnum, men frá Landsbankanum sjálvum.
Eftir at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fingið fría mikrofon frá fjølmiðlunum seinastu dagarnar, ber seinasta skrivið brá av, at Landsbankin hevur gjørt sær dælt av hesum, og tykist mest av øllum at verða ørindasveinur hjá arbeiðsgevarum.
Í tíðindaskrivinum frá Landsbankanum, dagfest 07.06.2023, verður í innganginum sagt, at: “Ein styttri arbeiðsvika økir um kostnaðin til lønarútreiðslur og setur enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin”.
Gamaní vil ein styttri arbeiðsvika økja um kostnaðin og vil føra við sær tørv á arbeiðsmegi, men Landsbankin fer heldur lætt um sannleikan og skúgvar alheims gransking á økinum til viks. Er hetta rætt av einum fakligum stovni, ið heldur burdi tikið gransking til sín heldur enn at vraka gransking?
Vit kunnu tí endurtaka brotið úr tíðindaskrivi okkara frá 30.05.2023: “Í greining av sama máli, sum Fakfelagssamstarvið framdi í 2020 og sum millum annað byggir á 74 keldur og 13 samrøður, verður tað við støði í altjóða gransking víst á, at ... tá arbeiðsvikan verður stytt verða effektiviseringar framdar, har tað er gjørligt.
Arbeiðsgongdir verða broyttar og á fleiri økjum verða ikki fleiri starvsfólk sett í starv. Granskingin vísir eisini, at tá arbeiðsvikan verður stytt, fara nógv, ið á hendan hátt fáa hægri brøk og harvið hægri løn, at arbeiða meira. Hetta minkar eisini um tørvin á øktari arbeiðsmegi, um arbeiðsvikan verður stytt.
Somuleiðis minkar hetta um kostnaðin av at stytta arbeiðsvikuna”. Øll kanningin kann lesast her: 37 tíma arbeiðsvika – fyrimunir og vansir
Spurningurin er tí aftur, hví Landsbankin velur at síggja burtur frá granskingini á økinum viðvíkjandi hesum viðurskiftum!
Í tíðindaskrivi okkara frá 30.05.2023 verður víðari sagt at: “Tað er av týdningi, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er kappingarførur.
Kappingarføri er í hesum førinum meira enn krónur og oyrur. Rákið úti í heimi er greitt. Londini kring okkum hava gjørt sær góðar royndir av at stytta arbeiðsvikuna og nógv dømi eru um, at eftir eina royndartíð við styttri arbeiðsviku vilja flestu arbeiðsgevarar halda áfram við styttru arbeiðsvikuni. Hjá teimum nógvu fekst meira frá hondini, tá arbeiðsvikan varð stytt, minni strongd og færri sjúkradagar vóru eisini.
Um okkara arbeiðsvika ikki verður stytt í tráð við rákið uttanlands er vandi fyri, at føroysk arbeiðsmegi leitar sær uttanlands at arbeiða og samstundis verður truplari at fáa útlendska arbeiðsmegi hendanvegin. Tá er lítið vunnið”.
Vert er eisini at leggja til merkis, at viðurskiftini á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki eru á stigi við arbeiðsmarknaðin í londunum kring okkum. Takast kann fram, at:
Arbeiðsvikan hjá okkum er longri
Lønarlagið hjá okkum er lægri
Livikostnaðurin hjá okkum er hægri
Arbeiðsmarknaðarlóggávan hjá okkum er ikki dagførd
Hesi viðurskiftini benda greitt á, at vit eru eftirbátar á fleiri økjum, og gevur hetta okkum ikki nakra atdráttarmegi fyri at fáa arbeiðsmegi hendanvegin. Samstundis verður alsamt meira hugvekjandi hjá okkara løntakarum at leita sær uttanlands. Hetta átti Landsbankin at tikið við í síni viðgerð av málinum ístaðin fyri at leypa við báðum beinum í føvningin hjá afturhaldssinnaðu arbeiðsgevaranunum.
Tað kundi verið eitt gott hugskot hjá Landsbankanum at viðgjørt hesi 4 punktini, sum nevnd verða omanfyri, tí uttan at hesi viðurskiftini verða dagførd, so vil føroyski arbeiðsmarknaðurin sum frálíður, missa sín mátt og tá fær búskaparliga haldførið eina veruliga avbjóðing.
Fakfelagssamstarvið