Er føroyskt sjónvarp ein dreymur?

Frá Kontórshavn til Cannes

Torfinnur Jákupsson, miðlafrøðingur og filmshøvundur
21. juni 2020 kl. 14:43

Henda greinin var fyrstu ferð løgd út tann 20. apríl 2018, men er vorðin aktuel nú lív aftur er komið í kjakið um føroyska filmsvinnu. Tí hava vit gjørt av leggja greinina út aftur, hesaferð so øll kunnu lesa hana. 

---

Fyri eini tíð síðani hevði eg ein heldur forkunnugan dreym. Dreymurin endaði við verðins undirgangi, men tað var so ikki, sum eg hevði væntað. Um tú ert líka gamal/gomul sum eg, so minnist tú óivað hini gomlu sjónvørpini við myndarøri – tá tú sløkti, gjørdist myndin til eitt lítið hvítt ljós í miðjuni, sum so smátt fjaraði burtur. Tað er so, sum verðin endaði í hesum dreymi. Tað var, sum var alt lívið og øll verðin bara eitt stórt sjónvarp, sum brádliga sløknaði.

Hvussu er og ikki, so kom dreymurin nokk til mín, tí eg sjálvur arbeiði við filmi og sjónvarpi. Í tí sambandi var eg herfyri við á heimsins størstu sjónvarpsstevnu í Cannes við egnari føroyskari verkætlan. Og niðurstøðan aftaná er greið. Føroyum og føroyingum tørvar føroyskt sjónvarp, eins nógv og heimurin runt um okkum.


Eitt seismiskt skifti
Seinasta áratíggju hevur altjóða sjónvarpsheimurin upplivað eitt seismiskt skifti. Krøvini frá hyggjarafjøldum eins og sendistøðum hevur kollvelt kreativu tilgongdina, og hvussu nýggj hugskot verða ment, skrivað og fíggjað eins og tess sølu og útbreiðslu.

Sjónvarpsvinnan hevur aldrin verið meiri týðandi og avbjóðandi. Serstakliga dramasendirøðir uppliva ein gullaldur, har fleiri hundrað røðir verða framleiddir árliga. Hyggjarar geva í mesta lagi hvørjari sending eitt vindeyga á 5 ella 10 minuttir til at fanga sín áhuga, áðrenn ein hoppar víðari yvir á okkurt annað. Tað er ongin ivi um, at kappingin er hørð.

Hyggjaravanarnir eru støðugt broytandi, meðan vit dagliga hoppa frá sjónvarpsskermi til teldu, teldil og snildfon. Tørvur er tí á at vita, hvør hyggur eftir hvørjum, hvar, hvussu og hví. Higartil fevna hagtølini tó ofta bert um vanligt sjónvarp, har talan er um beinleiðis hyggjaratøl heldur enn eitt nú online ella á snildfon, har vit hyggja eftir egnum ynski heldur enn eini skrá.

Um somu tíð er eitt áhugavert stríð, sum í dag ger hol í sjógvin ímillum abban av øllum filmsfestivalum – franska Cannes – og ein av heimsins størstu stroymigigantum – amerikanska Netflix.

Stríðið snýr seg í stuttum um fortíðina og framtíðina hjá filmi, og meiri nágreiniliga um, hvussu nýggjar framleiðslur skulu sýnast og seljast. Tað er fyribils endað við, at Cannes hevur bannað Netflix at vera við í kapping um heiðurslønir sínar, meðan Netflix hevur valt at taka allar sínar framleiðslur av aftur Cannes-skránni.

Tað er eitt áhaldandi stríð, ið minnir um, tá ið sjónvarpið av fyrstan tíð kom í vanlig húsarhald, og fólk so smátt góvust við at fara í biograf. Hetta vóru filmsframleiðslufeløgini sum vera man ikki so fró um. Síðani eru digitalir útbreiðslupallar sum Netflix somuleiðis komnir í hvørt húsarhald, hvørja teldu og snildfon við atgongd til alnótina, og ongin ivi er um, at fleiri tøkniligar menningar fara at broyta vinnuna í enn størri mun í framtíðini.


Føroyingar á jøvnum føti
Seinastu tíðina havi eg sjálvur reikað runt mitt ímillum nakrar av hesum stóru leikarunum í vinnuni. Hetta hevur millum annað verið á sjónvarpsstevnuni MIPTV í Cannes, har fleiri enn 10.000 luttakandi hittast um alt frá menning til sølu innan sendirøðir, filmar, dokumentarar og sosialu miðlarnar. Talan er um sjónvarpsstøðir, framleiðslufeløg, høvundar og mong fleiri, ið hittust til eina samansjóðingarviku, har høvi er at fundast, networka og at pitcha egin hugskot eins og lidnar vørur.

Um somu tíð var CANNESERIES hesaferð á skránni fyri fyrstu ferð, sum er ein roynd hjá Cannes at seta fokus á altjóða sendirøðir á sama hátt, sum Cannes filmsfestivalurin setur fokus á altjóða film – við sýningum og handan av heiðurslønum, har stjørnurnar frá sendirøðum eru við afturat øllum hinum, sum annars eru tilstaðar.

Sjálvur var eg við fyri fyrstu ferð sum umboð fyri egnar verkætlanir, harímillum føroysku sendirøðina TROM, sum tekur íblástur úr søgum Jógvan Isaksens um høvuðspersónin Hannis Martinsson. Eg tók millum annað lut í átaki, sum ber heitið In Development, sum hevur til endamáls at skunda undir menningina av dramarøðum á einum altjóða støði, har tú eitt nú fært høvi at tosa við fleiri altjóða lyklapersónar í vinnuni.

Hóast ein sum føroyingur kann kenna seg um eitt avbera lítið umboð millum øll hini og ikki minst tey heimskendu, so er veruleikin, at tað riggar væl at fundast á jøvnum føti við tey, tí tað er júst sum føroyingur, at ein hevur okkurt øðrvísi at bjóða – fyriuttan Føroyar sum forkunnugt filmsland, eina upprunaliga rødd.

Munurin í dag er júst tann, at alsamt fleiri leggja seg eftir einum heilt ávísum málbólki og marknaði, sum kanska ikki sær so stórur út frá einum lokalum sjónarmiði, men hevur alskyns sølumøguleikar frá einum altjóða sjónarmiði. Tað er tað lokala og persónliga, sum hevur søluvirði. Hetta gav ítøkilig úrslit okkara vegna – tó onki verður avdúkað í hesi greinini.


Norðurlond ein forsprákari
Tað er millum annað norðurlendski marknaðurin, sum hevur serligan áhuga í altjóða høpi. Jan Salling á danska Missing Link Media peikar á, at Norðurlond hava verið ein goskelda av kreativiteti í fleiri áratíggju.

”Vinnan broytir seg skjótari her vegna vælútbúna hyggjaraskaran og undangonguhugburðin mótvegis nýggjari tøkni,” segði Salling.

”Vit eru eisini tað staðið í verðini, sum hevur besta og mest útbreidda breiðbandið. Um tú parar hesi tingini saman við frálíkum kreativiteti, finnur tú nógv frísk og nýggj hugskot, format og vinnuskipanir, sum kanska eru eitt stig framman fyri restini av marknaðinum.”

Caroline Torrance, deildarstjóri á Banijay Rights, er samd í hesum.

“Vit hoyra nógv um rásir, ið vilja hava lættari tilfar, og tað passar – men okkara skandinavisku krimirøðir selja betur enn nakrantíð áður,” staðfesti hon.

Moritz Polter, framleiðslustjóri fyri altjóða røðir á Bavaria Fiction, legði eisini dent á fyrimunin við at framleiða upprunarøðir.

”Tað hevur ongantíð verið meiri týdningarmikið fyri sendistøðir og aðrar miðlapallar at sýna upprunatilfar, tí hyggjarar hava so nógvar valmøguleikar. Fyri at standa burtur úr restini mugu røðirnar vera ambitiøsar.”

Í dag fáa evropeisku seriuformatini í størri mun rásarúm í USA, tí stroymipallar sum Netflix hava víst, at ávísar søgur hóska seg betur á tann hátt. Somuleiðis er framleiðslukostnaðurin bíligari í Evropa enn í USA. Hetta ávirkar, hvørjar søgur verða seldar.

Nútímans hyggjarin er vanur við hitt ókenda. Jú meiri staðbundnar søgurnar eru, tess lættari ferðast tær runt um heim. Tað er persónssøgurnar, sum røra okkum sum hyggjarar – ikki sjálvt málið. Julia Matiash, stjóri á russiska Sovtelexport, metir, at tað eru tveir hættir, ið ein kann gera seg viðkomandi fyri altjóða hyggjarafjøldir.

”Tú kanst gera søguna uttanveltaða, so hyggjarar í einum og hvørjum landi kenna seg aftur í tí, sum tey síggja. Ella kanst tú leggja eyka dent á tað, sum ger røðina heilt serstaka og skapa ein heilt annan heim – okkurt heilt óvæntað og ókent.”

Tað er júst í hesum seinna, at eg sjálvur royni meg sum føroyskur filmshøvundur. Tá ið talan er um at framleiða nýggj sjónvarpsformat, so standa tó stórar avbjóðingar fyri framman.


Framgongd krevur váðafýsni
Rákini eru greið, og tey fevna víða. Sonevnda free-to-air sendinetið, eins og okkara egna føroyska, smalkar støðugt. Yngru hyggjararnir fara burtur frá teim gomlu skermunum, meðan fólkaaldur okkara sum heild hækkar. Samstundis svinga fíggjarætlanirnir og lutfalsligi vinningurin frá tí ymiska.

Men tað er grund at vera optimistiskur. Tað er nýskapan og váðafýsni, sum er lykilin til at eydnast. Hetta var niðurstøðan hjá Alex Mahon, nýggja forstjóranum á almennu ensku sjónvarpsrásini Channel 4, sum var sett á stovn í Stórabretlandi í 1982 – tvey ár áðrenn føroyska SvF. Mahon er ein av teim, ið sær Norðurlond sum eitt av teim mest spennandi økjunum at fylgja við.

Almennu rásirnar hava møguleikan til at byggja sonevnd brands, at menna nýggja talentir, at vera ein forsprákari fyri nýggj hugskot og enn megna at røkka stórum áskoðarafjøldum. Tað er ein tendensur at venda sær burtur frá øllum, ið kann bera boð um váða, men tørvur er á tí, leggur hon upp til.

”Komandi árini fer drívmegin í okkara framgongd at byggja á nýskapandi váðafýsni, at innføra nýggj talentir, at umboða etniskt og kynsligt fjølbroytni og í sama viðfangi at vera meiri viðkomandi fyri okkara hyggjarar,” legði hon dent á.


Frá sjónvarpinum til sosialu miðlarnar
Í hesum talgildu tíðum fevnir vinnan um fleiri miðlapallar um somu tíð, men hava tær meiri siðbundnu sendistøðirnar, harímillum okkara egna KvF, enn møguleika at ganga á odda við at eggja og stuðla teimum, ið tora at taka ein kjans at bróta upp úr nýggjum. Talan er heldur ikki neyðturviliga um ovurstórar verkætlanir.

Røðirnar, sum rigga best á fleiri miðlapallum um somu tíð, snúgva um seg um vanligt gerandislív, staðfestir Avril Blondelot, leiðandi hagfrøðingur á Eurodata TV Worldwide. Hagtølini benda somuleiðis á, at smærri format selja seg betur. 89% av nýggju røðunum í 2018 í USA telja tilsamans 13 partar ella færri, har rákið áður hevur verið øvugt. Somuleiðis er eitt nýtt slag av søgufrágreiðing, ið ger um seg á sosialu miðlunum.

Nýggju videotænasturnar hjá FAANG – t.e. tær hjá Facebook, Amazon, Apple, Netflix og Google – mynda næsta ættarliðið av talgildum miðlapallum og veita rættindaeigarum útbreiðsluvalmøguleikar, ið áður ikki hava verið tilstaðar.

Tá ið talan er um sosialar miðlar sum Facebook, Twitter, Instagram og Snapchat, so er greitt, at yngra ættarliðið vil hava innihald, sum brýtur frá tí gamla. Talan er ofta um styttri poppkornslig video, vend móti teimum ungu. Video er í dag ein alsamt størri partur av sosialu miðlunum, eisini teimum, ið áður bert fevndu um tekstboð ella stillmyndir.

Hetta veitir høvi at siga frá fleiri øðrvísi søgum, sum eisini leggja seg eftir einum smærri parti av marknaðinum, ið tó er nóg stórur, tá ið talan er um allan heimin ísenn.

NBCUniversal er ein av teimum vinnuleikarunum, sum hevur tikið væl ímóti “talgilda framleiðslurúminum” og stovnaði í fjør eitt studio saman við Snapchat, sum leggur dent á leikritað innihald – hvørt talan er um styttri ella longri sløg av video, hvørt tað er til snildfon, online ella sjónvarp, tað hevur ikki so nógv at siga.

”Ein av størstu styrkjunum við talgilda pallinum er førleikin at royna seg við ymsum sløgum av innihaldi, útbreiðslu og kreativiteti,” segði Lauren Anderson, chief content officer fyri NBCU-Snapchat samtakið.


Snildfonin sum sjónvarp
Snildfonin er í dag eins og framá nokk hin mest týðandi skermurin fyri vanliga hyggjaran. Vit nýta í alsamt størri mun gerandistíð okkara á fartelefonini, og tað fevnir eisini um at hyggja eftir sjónvarpi og filmi fyri mong. Heilar sendirøðir verða nú framleiddar til tín at hyggja eftir á júst fartelefonini.

”Tú mást skilja hyggjaravanarnar hjá fólki eins og serstøku tólini, sum hvør miðlapallur veitir,” staðfesti Jake Avnet, umboð fyri amerikanska framleiðslufelagið Indigenous Media. Indigenous Media stendur millum annað handan WIGS – ein YouTube rás, sum vendir sær til kvinnuligar hyggjarar – 60 Second Docs – ein dokumentarrøð á nýggja videopallinum Facebook Watch – og ”Sickhouse” – ein spælifilmur, sum varð sýndur í fullum líki inni á Snapchat appini.

”Sickhouse var filmaður á eini iPhone og sýndur sum 10-sekund klipp fyri seg og taldi fleiri enn 500 klipp tilsamans,” greiðir Avnet frá. ”Vit søgdu ikki hyggjarunum, at tað var ein filmur. Men tað riggaði, og filmurin hevur havt 110 mió. hyggjarar.”

Í hesum sambandi verður eisini dúgliga kjakast um vakstrarstigan á slíkum framleiðslum, og hvussu ber til at hoppa frá einum miðlapalli til hin næsta við somu framleiðslu.

Vertical Networks er eitt av teim feløgunum, ið klárar seg væl við leggja sínar nýggju framleiðslur út á Facebook og Snapchat fyrst fyri at vita, um har er ein hyggjarafjøld, og umsetur síðani hesa vitan til sjónvarpið. Eitt av áhugaverdu hagtølunum peikar á, at meðan tey flestu spæla Facebook video við ljóðinum fyri, so spæla tey flestu Instagram video við ljóðinum frá.

Tað er tó ein avbjóðing í sær sjálvum at framleiða film og sendirøðir til fartelefonina. Á fartelefonini kappast tú ikki bert við allar aðrar miðlapallar, harímillum vanligt sjónvarp og stroymisíður online, men alt, sum tú kanst gera á snildu fartelefon tíni. Tú kappast við uppringingar og tekstboð og myndir og notifications og klokkuna og meira við. Alt hendir á sama skermi.


Finnland sum fyrimynd
Vit hava dømi um, at tað ber til við nýskapandi váðafýsni í okkara egnu norðurlendsku grannalondum. Eitt nú í Finnlandi hevur dramadeildin á almennu sendistøðini YLE verið millum tey fyrstu, sum veruliga hava kollvelt talgilda miðlapallin og tikið henda í álvara – bæði við sínum egna on-demand spælara, Areena, eins og á pallum sum YouTube, Instagram og Snapchat. Ungdómsdeildin hjá YLE stendur m.a. fyri eini YouTube rás, ið telur fleiri enn 50 mió. hyggjarar.

YLE er í henda mun ein forsprákari innan at framleiða sonevndar “transmedia” røðir, sum fevna um fleiri miðlapallar í senn. Eitt gott dømi er, tá ið YLE í fjør stovnaði YouTube brúkara/rás, sum kallaðist DragonSlayer666. Talan var um ein ungan mannligan tannáring – men eisini eina nýggja dramarøð um ein ambitiøsan e-sports spælara, sum vendi sær til yngra ættarliðið.

YLE hevði unga mannliga tannáringin sum sín málbólk eins og sum høvuðspersón í røðini og byrjaði at leggja videotilfar upp, sum hesin fiktivi YouTube brúkarin hevði framleitt. Innan tríggjar mánaðir hevði DragonSlayer666 vunnið sær fleiri enn 60.000 haldarar á YouTube. Hetta var, áðrenn røðin sjálv yvirhøvur var byrjað. Síðani var fyrsti partur av røðini lagdur út á somu YouTube rás, sum síðani førdi hyggjararnar víðari til on-demand spælaran hjá YLE, Areena, fyri at síggja restina.

”Tað riggaði. Fyrsti partur er sæddur 560.000 ferð á YouTube, og Areena hevði 6,5 mió. views innanfyri tveir mánaðir. Ikki so galið fyri eitt land við einum fólkatali á einans 5,5 mió.,” greiddi Hyppe Salmi, dramaframleiðslustjóri á YLE, frá.

Onnur dømi hjá YLE eru ”Mental,” ein YouTube røð, sum snýr seg um sálarliga heilsu og nú er seld til Týsklands, eins og ”Karma,” sum varð filmað á eini iPhone og sýnd í real time á Instagram, har live viðmerkingar frá hyggjarunum gjørdust partur av søguni sjálvari. Næsta røðin verður ein 360-stig dramarøð, sýnd og spæld á Snapchat.

”At framleiða til aðrar miðlapallar er trupult. Tú mást kenna hyggjaran ella finna tey, sum gera. Tað fellur hyggjarunum lætt at finna út av, nær títt innihald ikki eigur at vera har, tí har eru so nógvar óskrivaðar reglur á hvørjum miðlapalli,” leggur Salmi afturat.


Føroyskt sjónvarp
Ongin ivi er um, at mátin vit hyggja eftir video, filmi og sjónvarpi broytist, men er talan samstundis um støðuga menning í tráð við tøkniligar møguleikar. Tað sama er galdandi fyri altjóða sendistøðir sum okkara egna føroyska sjónvarp. Tað er ein alsamt størri tørvur á at menna seg við tíðini fyri at kunna fylgja við.

Um vit ikki seta størri fokus á at framleiða meira av upprunaligum føroyskum innihaldi komandi árini, so verður tað nokk sum við áðurnevnda dreyminum hjá mær. So smátt sløknar føroyska sjónvarpið, áðrenn tað fullkomiliga fjarar burtur.