Mette Frederiksen, forsætisráðharri, er flutt úr sínari íbúð í Keypmannahavn, har hon hevur búð í sløk tvey ár, saman við familjuni.
Hon vil tó ikki siga hvørja kommunu hon er flutt til, ella hvar hon skal atkvøða til kommunuvalið 18. november. Hettar skrivar Ritzau.
Í innara Keypmannahavn, har hon búði, hevur millum annað verið mótmælisgonga beint frammanfyri íbúðina, og er tað ikki so trygt fyri ein almennan persón at øll kenna adressuna.
- Øll síggja, at tað hevur verið ein stórur vøkstur í uppmerksemi um mín bústað. Eg havi ikki nógv privatlív, og tað hevur familjan heldur ikki. Tað hava vit faktiskt bara havt rundan um okkara heim, og tað hava vit so heldur ikki longur, sigur Mette og leggur afturat:
- Eisini er ein trygdarstøða rundan um meg, og so mmuleiðis eitt privatlív. Tá eg seti stykkini saman, vóni eg at fólk skilja at eg ikki havi meira at siga um hettar.