Er antitjóðskaparkenslan konservativ?

Summi halda hetta vera ein utopiskur dreymur; men er tað ikki lov at droyma?

Petur Páll W. Hentze
5. oktober 2023 kl. 15:39

Tað tykist sum um, at tað, at vera frísinnaður í Føroyum, er vorðið tað sama sum at vera tjóðskaparligur. Hetta er í mínum hugaheimi løgið. Eg eri tvíkyntur, gudsnoktari, fyri fríari abort og so framvegis. Rættiliga frísinnaður, um tit spyrja meg. Og so eri eg eisini antitjóðskaparligur.

Í stuttum haldi eg, at tjóðskaparkenslan er tribalistisk. Heimurin verður býttur sundur í “vit” og “tit”; og hetta sundurbýtið verður dyrkað. Hetta er í mínum hugaheimi óneyðugt. John Lennon sang “imagine”. Hann vildi hava okkum at ímynda ein betri heim; ein heimur, har eitt nú landamørk ikki elva til stríð. Ein heimur, har vit øll kunnu føla okkum heima. 

Summi halda hetta vera ein utopiskur dreymur; men er tað ikki lov at droyma? Hetta er óivað ein órealistisk fatan, men eg haldi realismuna vera dapra. Eg eri droymari - og tí eri eg antitjóðskaparligur.