Er aftur kyknað í Suðurafrika

Eldurin, sum í gjár brendi í tjóðartingsbygninginum, er kyknaður aftur, hóast tamarhald fekst á honum fyri fleiri tímum síðani

Steinar Patursson
3. januar 2022 kl. 17:50

Tað brennir aftur í tjóðartingsbygninginum í Cape Town í Suðurafrika, eftir at eldurin er kyknaður aftur.

Tað eru fleiri tímar síðani, at boðað varð frá, at eldurin var undir tamarhaldi, men nú síggjast logar undan tekjuni, og sløkkiliðsmenn eru aftur til staðar at sløkkja eldin, sigur BBC.

Eldurin kyknaði fyrst í gjár, og bygningurin við suðurafrikanska tjóðartinginum fekk nógvan skaða. Løgreglan handtók tá ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava sett eld á bygningin.

BBC segði í gjár, at sprinklaraanleggið í bygninginum hevði eftir øllum at døma ikki virkað eftir ætlan, og høvdu sløkkiliðsfólk ikki verið skjót á staðnum, hevði skaðin verið óbótaligur.

Brandmyndugleikarnir høvdu annars sambært BBC gjørt greitt, at tað var ein møguleiki, at bygningurin kyknaði aftur, tí at nógv teppi og trægólv er í bygninginum.