Fótbóltsheimurin hevur áður fingið fleiri atfinningar fyri at vera homofobiskur. Bæði tí at homofobi hevur verið at sæð millum áskoðararnar, men eisini tí at listin av samkyndum mannfólkaleikarum er rættiliga stuttur. Í gjár gjørdist hesin listin eitt navn ríkari.
17 ára gamli enski áleyparin, Jake Daniels, sum spælir við Blackpool í næstbestu deildini í Onglandi, boðaði í gjár frá, at hann er samkyndur. Við fráboðanini í gjár gjørdist Jake Daniels í gjár tann fyrsti bretski samkyndi fótbóltsleikarin, sum enn eru virkandi fótbóltspælari, í meir enn 30 ár.
- Eg havi altíð vita, at eg eri samkyndur, og nú føli eg, at eg eri til reiðar at komma út og vera eg, soleiðis segði Jake Daniels við heimasíðuna hjá Blackpool.
Hóast sín unga aldur, so hevur Jake Daniels leikt ein dyst fyri besta liðið hjá Blackpool og hevur eisini fingið sáttmála við felagið. Haraftrat hevur hann skorað 30 mál fyri ungdómsliðið hetta kappingarárið.
Áðurnevndi listin við samkyndum leikarum, sum enn eru virkandi fótbóltspælarar, er ikki langur. Í løtuni er Jake Daniels tann einasti enski leikarin, sum er opin um sín samkynleika. Tann leikarin úr Onglandi, sum seinast kom út, meðan hann framvegis leikti fótbólt var Justin Fashanu. Justin Fashanu kom út í oktobur í 1990.
Fráboðanin hjá Jake Daniels í gjár vakti stóran ans í bretsku fjølmiðlunum. Haraftrat skrivaði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, soleiðis á Twitter:
- Takk fyri títt dirvi Jake. Tað krevur stórt dirvi at koma út, og tú fert at veita íblástur til nógv, bæði á og uttanfyri vøllin.