Enska landsliðið vann á Slovakia í áttandapartfinaluni eftir longda leiktíð.
Onglendingar vóru annars sera nær við at rúka úr EM-endaspælinum, men takkað verið landsins størstu sjtørnum, Jude Bellingham og Harry Kane, eru favorittarnir at vinna EM víðari úr áttandapartfinaluni.
Slovakia spældi við hjørtunum og komu í fyrra hálvleiki á odda 1-0, tá Ivan Schranz skoraði á triðja sinni til hetta EM-endaspæl.
Støðan helt seg til fimta minutt í yvirtíðini í seinna hálvleiki, tá Jude Bellingham hegnisliga skoraði uppá ein saksara. Málið sendi dystin í longda leiktíð, har Harry Kane tíðliga í umdystinum skoraði og bleiv matchvinnari.
Við sigrinum í Gelsenkirchen er Ongland til reiðar til kvartfinaluna, har Sveis bíðar.
Har er lítið at ivast í, at har skulu aðrir bollar í suppuna hjá eingilskmonnum, skulu teir gera sær nakrar vónir at vinna á Sveis.
Dysturin verður leiktur tann 6. Juli í Düsseldorf.