Ensku meistararnir vitja í Parkini í kvøld

FCK tekur ímóti Manchester City í áttandapartsfinaluni í Champions League

Fríðmundur Nattestad
13. februar 2024 kl. 12:41

Lagt er upp til veruligt brak í Parkini í kvøld, tá danska meistaraliðið, FC Keypmannahavn, tekur ímóti enska meistaraliðnum, Manchester City. Dysturin er tann fyrri í áttandapartsfinaluni í Champions League kappingini.

Manchester City, sum vann Champions League farna kappingarár, er aftur í ár millum greiðu favorittarnar at vinna kappingina. Talan er tí uttan iva um eina ógvuliga trupla uppgávu hjá FCK.

FCK hevur tó víst í bólkaspælinum, at teir kunnu bíta frá sær, tá teir spæla upp til sítt besta. Hetta prógvaðu teir millum annað, tá teir vunnu 4-3 á Manchester United í Parkini.

Ein onnur áttandapartsfinala verður eisini leikt í kvøld, tá RB Leipzig tekur ímóti Real Madrid.

Báðir dystirnir verða bríkslaðir í gongd kl. 20.00 í kvøld.