Nýggi venjarin hjá Forest Green Rovers eitur Hannah Dingley. Hon verður fyrsta kvinnan nakrantíð, sum fer at venja eitt professionelt fótbóltslið hjá monnum í ensku kappingarskipanini.
Tað skrivar Ritzau.
39 ára gamla Dingley er sett sum fyribils høvuðsvenjari. Áðrenn tað var hon fyrsta kvinnan sum sat við róðrið í ungdómsakademinum í kappingarskipanini.
- Eg eri sera glað fyri at taka hetta fetið í míni yrkisleið. Eg eri takksom fyri møguleikan, at ganga á odda fyri einum so progressivum og framskygdum felagi, sigur hon við heimasíðuna hjá Forest Green Rovers.
Sambært formanni felagsins, Dale Vince, var valið av Dingley natúrligt.
- Hannah var natúrliga valið. Hun hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri okkara akademi, og hon kennir virðir felagsins. Tað sigur nógv um fótbólt fyri menn, at við hesari avgerðini skriva søgu, sigur hann.