Enskt felag vil flúgva ferðafólk við luftballón

Luftballónin er betri fyri umhvørvið enn vanlig flogfør, heldur enskt felag, ið vil flúgva ferðafólk millum býri við luftballón í 2025

Steinar Patursson
26. mai 2021 kl. 09:46

Enska felagið, Hybrid Air Vehicles, ætlar sær at gera sítt til at minka um CO2 útlátið og at bøta um veðurlagsbroytingar, og tað skal gerast á ein heilt serligan hátt.

Felagið hevur ætlanir um at menna luftballónir, ið skulu flúgva stytri teinar millum býir, har flogfør annars flúgva í dag.

Handilslig luftferðsla við luftballón hevur ikki verið nøkur verulig flutningsloysn, síðan luftballónin Hindenburg sprongdist í New Jersey í 1937, men Hybrid Air Vehicles metir, at marknaður er fyri flutningsloysnini á smærri teinunum, so sum millum Liverpool og Belfast ella Barcelona og Mallorca, skrivar The Guardian.

Sjtórin í felagnum, Tom Grundy, metir, at loysnin kann spara umhvørvinum fyri nógvum CO2 útláti, tí vanlig flogferðsla egnar seg ikki til stytr teinar, tá hugsað verður um CO2 útlát.

- Vit hava flogfør, ið eru gjørd til at flúgva langar teinar, men sum flúgva stuttar teinar, tá vit í grundini hava eina betri loysn, sigur Grundy, sum eisini metir, at Airlander 10 modellið, ið felagið mennir í løtuni, framleiðir bert ein tíggjundapart av útlátinum, ið eitt vanligt flogfar ger.

Airlander 10 luftballónin skal nýta bæði olju og el, men felagið væntar, at í framtíðini verður útlátið enn minni, tí ætlanin er, at luftballónirnar skulu einans nýta el.

Ein teinur sum millum Stokkhólm og Oslo skal eftir ætlan taka um seks tímar, og Hybrid Air Vehicles vil vera við, at tað tekur eins stutt at ferðast við luftballón sum við flogfari, um tú roknar tíðina á flogvøllinum uppí.

Airlander 10 prototypan hevur framt seks royndartúrar, men ikki allir hildnaðust eins væl. Prototypan fall til jarðar í 2016 á øðrum royndartúrinum. Eingin kom til skaða undir óhappinum.