Enska løgreglan fyribils handtikið fimm fólk fyri rasismu eftir EM-finaluna

Fyribils hevur enska løgreglan handtikið fimm fólk, men meira handtøkur kunnu væntast í næstum

Sigurjón Einarsson
15. juli 2021 kl. 16:30

Tað fær nú avleiðingar fyri fólk, ið skrivaðu rasistisk tweeterboð mótvegis trimum enskum leikarum, eftir EM-finaluna sunnukvøldið.

Enska løgreglan upplýsir, sambært BBC, at hon hevur handtikið fimm fólk í samband við rasistiskar dagføringar á Twitter eftir finaluna.

Tað eru serliga teir tríggir landsliðsleikararnir, Bukayo Saka, Marcus Rashford og Jadon Sancho, ið brendu síni brotsspørk, sum rasistisku dagføringarnar hava snúð seg um

Hóast hesi fimm fólkini eru handtikin av løgregluni, so er løgreglan slett ikki liðug við sínar kanningar enn, upplýsir løgreglan fyri BBC.

– Um vit kunnu eyðmerkti tey, sum vit leita eftir, so finna vit tykkum og tínar skammfullu handlingar fara at fáa avleiðingar, sigur kanningarleiðarin og politimeistarin Mark Roberts við BBC.