Leygarkvøldið fór flakatrolarin Enniberg avstað. Leiðin liggur til Vesturgrønlands, har svartkalvakvotan skal fiskast. Tá kvotan er fiskað, er ætlanin at royna eftir toski í Eysturgrønlandi, har føroyingar hava fingið royndarkvotu.
-Vit verða vónandi aftur áðrenn jól! ljóðar frá fleiri í messuni, tá sjómanstrúboðarin kom við jólapakkunum. Ja, tað vóna óivað øll manningin og teirra kæru. Kortini ger tað vónandi einki, at jólapakkarnir eru komnir umborð.
Eftir at trúboðarin hevði heilsað upp á mennirnar á brúnni og biðið bøn til Guds um signing og varðveitslu yvir skipið, manningina og reiðaríið, vórðu pakkarnir settir inn á skiparakamarið.
Mortan Hansen verður skipari fyrstu vikurnar. Síðani verður Karl Danielsen skipari. Hetta er fyrstu ferð Mortan Hansen er skipari. Hann er tó væl kendur umborð á Ennibergi, har hann hevur siglt við í fleiri ár, bæði sum dekkari, annar- og fyrri stýrimaður. Karl hevur verið skipari á Ennibergi síðstu árini. 34 mans eru við.
Teimum, og sjófólkinum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Føroyska Sjómansmissiónin takkar fyri jólapakkar til sjófólkið.
Fram til 1. desembur kunnu teir latast inn til:
Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn, Leguhúsið í Nesvík, Bláa Kross Føroya í Saltangará og Hotel Klaksvík (sjómansheimið).