Enn er eingin avgerð tikin í landsstýrinum um fiskiveiðiavtalan við Russland skal halda fram næsta ár, ella um samstarvið skal slítast. Tað váttar Aksel V. Johannesen, løgmaður. Men hann sigur, at avgerðin verður tikin skjótt.
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, reisti málið í Løgtinginum í gjár. Hann vísti á, at tá ið núverandi samgonguflokkar sótu í andstøði í farna valskeiði, vóru teir púra avgjørdir um, at fiskiveiðisamstarvið við Russland skuldi slítast.
Men so komu hesir somu flokkar í samgongu eftir seinasta val og tá fekk pípan eitt heilt annað ljóð.
Ósemja tók seg upp í samgonguni um málið og eitt, sum var frammi, var, at ósemja var innanfloks í Tjóðveldi, tí Eirikur í Jákupsstovu, sum býr í Klaksvík, og er valdur har norðuri, setti upp á, at fiskiveiðisamstarvið við. Russland skuldi halda fram.
Avtalan helt eisini fram í ár tí samgongan ásannaði, at tað fór at hava ógvusligar avleiðingar fyri nógv fólk at kappa á stokkinum.
Men samstundis varð sagt, at spurningurin um fiskiveiðiavtaluna fyri næsta ár, skuldi takast upp beinanvegin, so at ein avgerð kundi takast í góðari tíð.
Men nú eru vit komin langt út í oktobur og tí vildi Bárður á Steig Nielsen hava at vita, hvat hendur í sambandi við fiskieiðiavtaluna við Russland.
Hann vísir á, at nú er vit í oktobur og framvegis vita reiðarar, fiskimenn, arbeiðsfólk á flakavirkjum, og familjur teirra ikki um tey eru keypt ella seld næsta ár.
Aksel V. Johannesen sigur, at avgerðin um fiskiveiðisamstarvið við Russland næsta ár, verður tikin í næstum.
Tá fer Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at leggja málið fyri Uttanlandsnevndina, og so verður ein støða tikin, sigur løgmaður.
Tveir av limunum í Uttanlandsnevndini, Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, og Liljan Weihe, úr Tjóðveldi, sum bæði umboða samgonguna, finnast at landsstýrinum fyri at málið hevur drigið út.
Tey siga, at tað var longu í mai, at Uttanlandsnevndin heitti á Landsstýrið um at taka málið upp beinanvegin so at ein avgerð kundi verða tikin í góðari tíð um hetta álvarsmál.
Men nú, tað er er bara hálvur triði mánaður eftir av árinum, er framvegis einki hent.