Enn er skrásetingin rættiliga ófullfíggjað

Eyðfinn Magnussen heitir enn einaferð á harumenn um at skráseta haruveiðuna í 2023

Jóannes Hansen
5. januar 2024 kl. 17:04

Fyribilsskrásetingin vísir, at haruveiðan í 2023 var 3.408 harur. Haruveiðan er skrásett síðani 2012, og tað er bara eitt ár, at veiðan hevur verið lakari, enn fyribils tølini fyri 2023. Tað var í 2016, tá ið talið var 2.950.

Miðaltalið fyri árini síðani 2012 er 6.407. Ein partur av frágreiðingini, at talið fyri 2023 er 3.408 tykist vera, at tað enn er nógv eftir at skráseta.

Eyðfinn Magnussen skrivar soleiðis:

 

3.408 HARUR SKRÁSETTAR HIGARTIL

Higartil eru 349 túrar skrásettir í 149 høgum kring landið. Men enn mangla nógv tøl .

Á kortunum niðanfyri sæst, hvat er skrásett higartil.

Fyri hagarnar, sum eru vístir við grønum, sæst hvussu nógvar harur eru skotnar í hvørjum haga. Ovara talið er talið av harum, sum eru skrásettar. Niðara talið, sum stendur í parantes ( ), er talið av túrum, sum eru skrásettir higartil.

Fyri teir "reyðu hagarnar" er enn einki skrásett.

Er fari tí enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar 

Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni “Haran.fo”. Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen) á tel 26 58 31.

- brúkaranavn: hs

- loyniorð: login

Stabbamyndin (Mynd 2) vísir samlaða talið av harum, sum eru skrásettar at vera skotnar í Føroyum árini 2012 til 2023. í miðal hevur veiðan hesi átta árini verið 6.407 harur um árið.