Enn er óvist hvussu nógvir skaðar hendu í gjár

Teir tímarnar, tað leikaðist harðast á, ringdi telefonin hjá løgregluni meiri enn eina ferð um minuttin

Áki Bertholdsen
1. februar 2024 kl. 08:45

Enn er ikkk yvirlit yvir, hvussu nógvir skaðar hendur í ódnarveðrinum í gjár. Løgregln sigur, at tað ringdu eini 260 fólk til tey at boða frá skaða og tey vita at nógv fólk hava ringt beinleiðis til bjargingarliðini.

Eina ferð í gjár høvdu eitt nú eini 80 fólk ringt beinleiðis til Tórshavnar Sløkkilið at boða frá skaða, og tað var sama støðan um alt landið.

 Løgreglan sigur, at teir tímarnar tað leikaði harðast á, ringdi telefonim meiri enn einaferð um minuttin at boða frá skaða.

Løgreglan sigur, at tað var klokkan 7.30 at telefonirnar fóru at ringja av álvara og tað helt á líka til klokkan 12.30, tá hæsaði av og tað varð longri ímillum, at telefonin ringdi.

Yvirhøvur er talan ikki um stórar skaðar, talan er um húsatak sum eru loysnað og leysar takplátur, húsaklædningar, sum er skrædnaður, brotnir rútar umframt ymiskt, sum hevur ligið og fokið í vindinum og ymiskt annað av tí slagnum.