Ongi úrslit

Enn er eingin fundur um at broyta okkara støðu í ríkisfelagsskapinum

Enn er eingin fundur avtalaður, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Enn er eingin fundur avtalaður ímillum Landsstýrið og donsku stjórnina um at broyta støðu Føroya í ríkisfelagsskapinum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen løgmaður.

Bárður á Steig Nielsen tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt Løgmann, hvussu gongur við samráðingunum við donsku stjórnina um ríkisfelagsskapin.  

Hann vísir til semjuna ímillum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn gjørt eina sokallaða tjóðarsemju.

Miðflokkurin var eisini við, so upprunaliga var tað bara Sambandsflokkurin, sum ikki var við. Men tingmenninir fyri Miðflokkin tóku tað so illa upp, at Løgtingið samtykti málið um fría fosturtøku, at tei tóku seg burtur úr semjuni.

Bárður á Steig sigur, at hetta er ein semja um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

Hann vísir eisini á, at løgmaður hevur áður boðað frá, at fundur verður við donsku stjórnina um sokallaðu tjóðarsemjuna fyrst í hesum árinum - men enn eru ongi boð komin um hetta.

Aksel V. Johannesen staðfestir, at fimm av seks flokkum á Løgtingi eru samdir um, at Føroyar mugu fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir.

Tí vilja teir hava eina skipan, sum byggir á samstarv ímillum javnbjóðis lond í einum felagsskapi - altso at broyta ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap, sigur løgmaður.

Hann minnir á, at hetta er ein skipan, sum fyrrverandi løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum, og núverandi tingmaður hjá Sambandsflokkinum, Kaj Leo Holm Johannesen, longu skeyt upp í ólavsøkurøðu síni í 2012.

Hetta eitt arbeiði, sum neyvan verður liðugt áðrenn løgtingsvalið, sum verður í ár, og áðrenn fólkatingsvalið, sum eisini verður í ár.

– Tí er tað, sum hevur størstan týdning, at arbeiðið verður gjørt rætt og væl, og við so góðari undirtøku sum møguligt - bæði innanhýsis í Føroyum, og millum Føroyar og Danmark, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann staðfestir eisini, at enn er eingin fundur avtalaður millum landsstýrið og donsku stjórnina um hesi viðurskifti.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

Í gjár kl. 10:32

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15