Enn er eingin avgerð um bótina til Bakkafrost upp á 67 milliónir

Men verður talan um bót, endar hon í danska statskassanum

Áki Bertholdsen
3. mai 2024 kl. 09:08

Enn er eingin avgerð tikin um málið, har Heilsufrøðiliga Starvsstovan meldaði alifyritøkuna, Bakkafrost, upp undir jól í 2021 við kravi um, at alirisin skuldi fáa 67 milliónir í bót.

Og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at sum skilst, verður framvegis arbeitt við málinum.

Nú hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hvussu gongur við málinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan metti, at Bakkafrost skuldi hava 67 milliónir krónur í bót. Fútin helt, at hetta mál hevði so stóran, samfelagsligan áhugað, at hann kunnaði landsstýrið um málið. Síðani kom steðgur í, tí nú kom landsstýrið upp í málið og fútin varð biðin um at steðga á.

Málið er eisini umrøtt í Løgtinginum og tá vóru tað politikarar, sum hildu, at tað var óhoyrt, at Fútin boðaði Landsstýrinum frá einum máli, sum var til viðgerðar í rættarskipanini, og at tað eisini var óhoyrt, at politiska skipanin fór upp í eitt slíkt mál.

Bjarni Hammer sigur, at síðani tykist einki vera hent í hesum álvarsliga máli. 

– Eisini fútin helt málið verða so álvarsligt og av so stórum samfelagsligum áhuga, at hann ringdi til løgmansstjóran og “kunnaði” um málið, sigur Bjarni Hammer.

Høgni Hoydal sigur, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur viðgjørt málið og tikið støðu.

– Málið varð sent fútanum til støðutakan á vári í 2022 og eftir tað er Heilsufrøðiliga starvsstovan einans við til at upplýsa málið, sigur hann.

Hann sigur eisini, at sum skilst verður arbeitt við málinum. 

Høgni Hoydal sigur, at er eingin serlig avtala gjørd, fara inntøkur frá sektum í danska statskassan. Men løgmaður hevur boðað frá, at samráðst verður við danskar myndugleikar um at bøtur í Føroyum, skulu fara í landskassan og ikki í statskassan, í hvussu so er á økjum, sum eru yvirtikin.