Enn er arbeiðið ikki tikið upp aftur

Trygdin hjá arbeiðsfólkinum stendur fremst, sigur stjórin á Landsverki

Áki Bertholdsen
27. oktober 2023 kl. 15:00

Enn er óvist, hvussu farast skal fram fyri at gera Fámjinstunnilin lidnan

 Tað sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki.

 Fyri trimum vikum síðani rapaði nógv grót undan loftinum og síðani hevur borgingin ligið still.

Kortini verða vegir, og onnur arbeiði gjørd, men enn er óvist, nær arbeiðið at bora verður tikið upp aftur.

Sigurd Lamhauge sigur, tað, greiða skal fáast á, er, hvussu boringin kann halda fram undir tryggum viðurskiftum – og hvussu tunnilin skal tryggjast tá ið hann verður tikin í nýtslu, so at tað verður vandaleyst hjá bilum at koyra ígjøgnum hann.

Tað er ein avbjóðing, tí hetta er aðru ferð, at hundraðtals tons av grótið eru rapað undan loftinum. 

Fyrru ferð var í apríl í ár og tá broyttu mannagongd fyri at tryggja tunnilin óvanliga væl. 

Men kortini rapaði aftur fyri tveimum vikum síðani.

Stjórin á Landsverki sigur, at hetta eru viðurskifti, sum tey kanna í løtuni.

Fremst fortreytin er, at tað skal vera trygt hjá teimum, sum arbeiða har, og tað skal vera trygt at brúka tunnilin, sigur Sigurd Lamhauge.

Hann sigur, at nú hava tey annars borað einar 800 metrar og sostatt eru bara 265 metrar eftir at bora.

Tey vistu av, at fjallið var ómetaliga ringt at bora ígjøgnum, men kortini hava trupulleikarnir verið nógv størri enn tey áður høvdu mett. 

Landsverk metir framvegis, at tunnilin kann gerast liðugur til tíðina, sum er um eitt knapt ár. Hinvegin ivast hann ikki í, at tað verður neyðugt við eini eykajáttan, men hvussu nógv verður neyðugt afturat av pengum, hevur hann einki boð upp á enn.

Annars løgdu tey nógv upp fyri, tí tey vistu, at fjallið var so vánaligt, og áður hava tey sagt, at hetta er ringasta fjall í Føroyum at gera tunnil ígjøgnum. Men nú vísir tað seg í verki, at tað var upp aftur verri enn tær daprastu metingarnar søgdu.

Upprunaliga varð mett, at Fámjinstunnilin fór at kosta 169 milliónir krónur, men tá ið jarðfrøðiligu kanningarnar avdúkaðu, hvussu ringt fjallið er at arbeiða í, vórðu 38 milliónir lagdar oman á kostnaðin, so at nú eru 207 milliónir játtaðar til arbeiðið.