Enn er arbeiði til allar hendur - og gott og væl tað

Men tað er munur á, hvussu støðan er ymsastaðni í landinum

Áki Bertholdsen
25. oktober 2024 kl. 11:07

Tað er framvegis arbeiði til allar hendur í Føroyum, ella gott og væl tað. 

Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í farna mánað var arbeiðsloysi 0,8 prosent - og tað er 0,1 posentstig hægri enn í sama mánað í fjør. 

Eitt so lítið arbeiðsloysið merkir, at í roynd og veru er trot á arbeiðsmegi. Tey sum eru arbeiðsleys, eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, men sum annars eru arbeiðsfør, og sum leita eftir arbeiði.

Eitt arbeiðsloysið upp á 0,8 prosent svarar til, at 256 fólk í Føroyum eru fulltíðararbeiðsleys.  Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent og tá vóru 210 fólk fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er eitt fólk, sum er arbeiðsleyst allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvør, eru tey skrivað um sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk. 

Tað merkir, at talið á arbeiðsleysum kann vera størri enn talið á fulltíðararbeiðsleysum. Og tað er tað eisini her, tí í septembur vóru fólk 318 arbeiðsleys og tað eru 84 fleiri enn í september í fjør.

Tað er hjá monnum, at arbeiðsloysið er kvinkað uppeftir. Í septembur vóru 153 fulltíðararbeiðsleysir menn og tað er eitt arbeiðsloysi upp á 0,9 prosent. 

Hetta er 0,2 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið í septembur í ár, tað sama sum í sepembur fjør, ella 0,7 prosent. Í september vóru 103 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum eru 10 fleiri enn sama tíðarskeiði í fjør. 

Annars er tað ymiskt, hvussu nógv fólk eru arbeiðsleys í teimum ymsu økjunum kring landið. Og enn er søgan tann sama, nevniliga at arbeiðsloysið hægst í Suðuroynni.

Í septembur var arbeiðsloysið 1,2 prosent, sum er 0,1 prosentstig lægri enn í sama mánað í fjør. 

Í Sandoy plaga søgan at vera tann sama, men síðani tey fingu tunnil, er nógv hent, so nú er arbeiðsloysið í Sandoynni tað minsta í øllum landinum. Har var tað bara 0,4 prosent  í septembur og tað 0,5 prosentstig lægri enn í fjør. 

Í Vágum er arbeiðsloysi harafturímótið vaksið 0,8 prosentstig samanborið við september í fjør, tá tað var 0,2 prosent.