Enn eitt verkfall hóttir

Semingsmaðurin tosar nú við partarnar

Áki Bertholdsen
3. juni 2024 kl. 11:20

Nú arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, hóttir enn eitt verkfall samfelagið.

Tað eru samráðingarnar ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um maskinmeistararnar hjá Strandferðsluni, sum eru slitnaðar.

Tað hendi fríggjakvøldið og tá varð semingsmaðurin boðsendur.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann hevur tosað við Maskinmeistarefelagið um málið og seinni í dag fer hann at tosa við Fíggjarmálaráðið.

So fer hann at taka samanum, áðrenn farið verður víðari, men verkfall verður so ikki ímeðan semingsmaðurin er uppií.

Nú semingsmaðurin er komin upp í, siga partarnir einki um støðuna. Men formaðurin í Maskinmeistarafelagnum,, Arnfinn Bech hevur áður sagt, at tað er langt ímillum partarnar - og tað er sjálvandi eisini tí, samráðingarnar slitnaðu.  

– Í teimum stóru málunum, sum eru avgerandi fyri okkum í hesum samráðingunum, stendur í botni, og tað hevur tað gjørt alla tíðina, segði Arnfinn Bech fríggjakvøldið.

Hann sigur, at nú vóru tey so komin hagar til, at tað tænir ikki nøkrum endamáli at draga pínuna longur út. 

Áður hevur hann eisini greitt frá teimum viðurskiftum, Maskinmeistarafelagið leggur stóran dent á at fáa í rættlag.

Eftir sáttmálanum, arbeiða fastløntu maskinmeistararnir hjá hjá Strandferðsluni 91 tímar í eina viku og hava so frí í eina viku.

– Men verða teir boðsendir til arbeiðis, tá teir annars hava frí, fáa teir bara 25 prosent oman á føstu lønina, og hetta er ein av stóru knútunum í samráðingunum, sigur Arnfinn Bech.

Maskinmeistarafelagið krevur nevniliga fult endurgjald fyri mista frítíð, og  tað er 100 prosent og ikki bara 25 prosent, sigur hann.

- Vanliga arbeiðstíðin hjá einum maskinmeistara hjá Strandferðsluni er 2.366 tímar um árið. 

– Tað er meira enn 45 tímar um vikuna og væl meira, enn vanliga arbeiðstíðin hjá flest øllum fólki á landi. 

Siglandi maskinmeistarar mugu eisini ofta vera umborð ein part av tíðini, teir hava frí, so tað minsta teir kunnu krevja, er, at frítíðin veruliga verður vird, heldur Maskinmeistarafelagið.

Eitt, Maskinmeistarafelagið vil hava í rættlag, er skipanin við føstum avloysarum hjá Strandferðsluni.

– Teir skulu vera tøkir 2.366 tímar um árið, men í roynd og veru hava teir ikki trygd fyri einum einasta arbeiðstíma. Slíkar arbeiðstreytir kann ongin standa modell til, sigur Arnfinn Bech.

Endar tað við verkfallið, verður siglingin hjá Strandferðslunu munandi skerd, men hon verður ikki niðurløgd heilt, tí manningarfeløgini hava bundið seg til at sigla ein túr um dagin í 21 dagar, og so skal samráðast um framhaldandi sigling.