Ukraina hevur framt eitt dronuálop á eina oljugoymslu í russiska landslutinum, Kursk, og eldur er framvegis í oljugoymsluni, vil guvernørurin í Kursk, Roman Starovoyt vera við.
Hendingin kemur dagin eftir, at brestir vóru á tveimum flogvallum langt inni í Russlandi, sum kostaðu í minsta lagi trimum fólkum lívið.
Eftir øllum at døma var talan um ukrainsk dronuálop á flogvallirnar báðar, Dyagilevo og Engels-2, men hetta er ikki váttað enn.
Sambært The Guardian vil Roman Starovoyt vera við, at eldurin í Kursk er avbyrgdur.
Russland vil vera við, at álopini á flogvallirnar í vóru dronuálop við sovjettiskum Strizh dronum, og at talan er um yvirgangsálop frá ukrainum.
Ukraina hevur ikki játtað, at talan er um ukrainsk dronuálop, men ein ukrainskur embætismaður hevur sambært New York Times sagt, at dronur vórðu sendar frá ukrainskum øki at bumba russisku flogvallirnar, og at hetta lat seg gera, tí Ukraina hevur servandar hermenn nærhendis flogvallunum.